Samgongan endurskoðar sparingar

- Tað verður ikki í míni tíð sum løgmaður, at børn og ung ella heila familjur skulu verða noydd at flyta av landinum, tí at vit ikki fáa hjálpt teimum her heima, staðfestir Kaj Leo Johannesen, løgmaður

- Hatta kenni eg onki til!

Kaj Leo Johannesen, løgmaður kennir onki til, at sparingarnar á almannaøkinum skulu hava rakt Javnaðarflokkin harðari enn hinar báðar flokkarnar í samgonguni.

Hann staðfestir, at øll samgongan, sum hon er, er ógvuliga stúrin um tær sparingar, sum eru fráboðaðar á almannaøkinum.

- Tað er tungt at spara og øll samgongan fer at gera tað, hon er ment at sleppa øllum so snikkaleysum undan sparingum, sum tilber.

Hann váttar eisini, at nógv fundarvirksemi hevur verið í samgonguni seinastu dagarnar fyri at kann eftir, hvussu møguligar sparingar kunnu raka teir veikastu bólkarnar í samfelagnum sum minst.

- Tað sigur seg sjálvt, at ongin flokkur í samgonguni fer at góðtaka, at børn, ung ella heilar familjur skulu vera noydd at flyta av landinum, tí at vit ikki kunnu hava tey her heima.

- Tað verður ikki í mínari tíð sum løgmaður, leggur hann afturat.

Løgmaður sigur, at hetta er spurningurin, sum øll samgongan situr og viðgerð í hesum døgum.

Men tað fyrsta, sum samgongan er farin undir, er at viðgera tær sparingar, sum nú hava verið.

- Vit hava fingið frágreiðingar frá flokkunum og frá almannamálaráðnum og vit hava lurta eftir atfinngingum. Tá ið so er, eiga vit altíð at kunna viðgera málið og í løtuni endurskoðar samgongan sparingarnar fyri at vita, hvat er at gera.

Hann sigur, at eykajáttanir kunnu koma upp á tal, men so skulu sparingar finnast á øðrum økjum. Kannað verður eisini, hvørjir inntøkumøguleikar kunnu vera.

- Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum arbeiðir eisini við einum samlaðum pakka, sum skal verða klárur seinni í vár.

Hesin fíggjarpakkin fer at viðgera sparingar og møguleikar fyri eyka inntøkum og hann fer eisini at viðgerða, hvussu vit sleppa undan hallinum á fíggjarlóigini hesi næstu trý til fimm árini.

Hann sigur, at so leingi samgongan arbeiðir við málinum, vil hann ikki siga nakað sum helst um, teir møguleikar, sum eru.

Les eisini greinina: Javnaðarflokkurin hóttir við at slíta samgonguna