Heðin Mortensen er onga løtu í iva um, at stóra framgongdin hjá honum á kommunvalinum, hevur einki við Javnaðarflokkin í løgtinginum at gera. Við Sosialin sigur hann, at greiður skilnaður skal vera millum kommunal- og landspolitikk.
- Javnaðarflokkurin skal ikki taka æruna av góða úrslitinum á kommunalvalinum, tí tað er samgongan millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, sum vann valið, sigur borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, sum ikki skilur, hví Jógvan Arge nú blandar alt saman.
- Vit hava havt eitt fyrimyndarligt samstarv, sum eg vóni at kann halda fram, sigur hann.