Samgongan eigur at leggja frá sær

Soleiðis sigur Miðflokkurin í yvirlýsing frá landsfundinum, sum var í Løkshøll leygardagin. Á fundinum var nýggj nevnd eisini vald, og í henni sita nú tríggjar kvinnur og tveir menn. Floksstjórnarleiðari er Charlotta á Váli Olsen, og umframt hana sita nú eisini Mia av Kák Joensen, Sólfríð Heinesen, Poul Jóhan Djurhuus og Jenis av Rana, sum er floksformaður, í nevdini.

Í yvirlýsing frá landsfundinum heitir Miðflokkurin á samgonguna um at leggja frá sær. »Landsfundurin staðfestir, at politiska ómegdin í samgonguni lættliga kann føra samfelagið á ørmundarhús«, verður sagt í yvirlýsingini.

Landsfundurin gav eisini sín fulla stuðul til løgtingsmenn floksins og førda politikkin. »Landsfundurin tekur fult undir við royndunum at fáa rættar-trygdina hjá ófødda barninum staðfesta í nýggju føroysku grundlógini«, verður sagt í yvirlýsingini.

At enda í yvirlýsingini fílist Miðflokkurin á tvangskravda kringvarpsgjaldið. »Landsfundurin mælir enn einaferð til at taka av tvangskravda kringvarpsgjaldið. Landsfundurin mótmælir, at ávís fjølmiðlafólk sleppa at brúka almennar miðlar til miðvíst at bera fram persónlig sjónarmið og áhugamál«, verður at enda sagt í yvirlýsingini.