Samgongan heldur fram, staðfesti Anfinn Kalsberg, løgmaður, mánakvøldið, eftir at Tjóðveldisflokkurin hevði svarað, at hann tekur undir við samgongugrundarlagnum. Men Tjóðveldisflokkurin snúði sær undan spurninginum, um flokkurin tekur undir við skrivingini hjá Torbirni Jacobsen, løgtingsmanni, ella ikki.
Sum væntað varð, og sum Høgni Hoydal, floksformaður, hevur sagt, so tekur flokkurin undir við prinsipiellu støðuni hjá Eytsuroyartingmanninum. Afturímóti tekur flokkurin ikki undir við orðalagnum og skuldsetingunum hjá Torbirni Jacobsen ímóti Anfinni Kalsberg og Jørgeni Niclasen.
Hetta merkir í fyrstu atløgu, at samgongan heldur fram. Hon hevur neyvan funnið rætta áralagið aftur, men hon damlar framvið landið eina tíð afturat.
Viðvíkjandi málinum hjá Anfinni Kalsberg um flytingarnar millum bátar og virkið í Norðdepli, og nær hann hevði lagt málið fyri Fútan, so er tað enn ósvarað.
Løgmaður valdi ta løttu loysnina, og skuldsetti Útvarpið fyri at hava endurgivið hann skeivt. Hann sigur seg ikki hava sagt við útvarpsmannin Helga Jacobsen, at hann hevði lagt málið fyri Fútan, áðrenn tað var fyrnað.
Helgi Jacobsen sigur við Sjónvarpið, at hann hevur endurgivið løgmann rætt. Tað merkir, at pástandur sendur ímóti pástandi. Uttan at vit skulu døma, so er ikki hugsandi, at ein royndur og seriøsur tíðindamaður fer at endurgeva løgmann í einum so eymum máli uttan at hann er fullvísur í, at hann endurgevur rætt.
Líkamikið hvør sannleikin er og ikki, so slepst ikki undan at staðfesta, at trúvirðið hjá løgmanni hevur fingið eitt skot fyri bógvin.
Men tá alt hetta er sagt, so skal leggjast afturat, at hetta málið er frá áttatiárunum, og at tað er løgið, at Torbjørn Jacobsen tekur tað fram ein mánað, eftir at samgongan millum Tjóðveldis- og Fókaflokkin er endurskipað. Hví tók hann ikki henda spurningin og málið hjá Jørgeni Niclasen upp, tá samráðingarnar vóru fyri.
Eykasetningurin hjá Torbirni Jacobsen elvdi til eina politiska kreppu, men tað skal ofta til fyri at reinsa luftina, sum danir siga. Í tí prinsipiella málinum un Fiskavirking og eina møguliga einskiljing, fær Torbjørn Jacobsen fulla undirtøku. Tað ikki henda, at henda vælrikna vinnufyritøkan verður syndrað í fleiri ósamvirkandi eindir.