Kvinnur og menn eiga sama rætt til at fáa pening úr barsilsskipanini. Men tað hava tey ikki, og tí er barsilsskipanin brot á javnstøðulógina.
Tað gera tey í Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum, BLF, vart við, nú Løgtingið viðger eitt uppskot um at leingja barsilsfarloyvið í tvær vikur.
BLF staðfestir, at kvinnur og menn hava ymisk rættindi til at fáa útgjald úr barsilsskipanini og sostatt ger lógin mun á kynunum.
– Hetta er aðru ferð at sitandi samgonga broytir barsilslógina, men tað er ikki líkt til, at landsstýrið vil brúka barsilsskipanina til at bøta um javnstøðuna ímillum kynini í Føroyum, hóast júst barsilsskipanin kanska er besta amboðið at fremja javnstøðu, sigur BLF.
– Tað er heldur ikki líkt til at samgongan er sinnað at gera neyðugu broytingar í sáttmálunum á almenna arbeiðsmarknaðinum fyri at tryggja báðum kynum sama rætt til løn undir barsilstíðini, leggja tey afturat.
Annars hava øll fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum, heilar tvær ferðir, heitt á landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum í felag um at broyta hesi viðurskifti. Men enn er onki sum bendir á, at landsstýrið hevur í hyggju at taka hesa áheitanina frá eini samdari fakfelagsrørslu til eftirtektar, sigur BLF.
Tey siga, at meinar samgongan tað í álvara, hava tey havt tvey gylt høvi at vísa tað í verki. Í fyrra lagi kundi samgongan tryggja pápum og mammum somu rættindi til stuðul úr barsilsgrunninum. Í øðrum lagi kann landsstýrið nú, meðan sáttmálasamráðingarnar eru, tryggja, at eisini pápar hava rætt til løn í barsilstíðini fyrstu 14 vikurnar.
Í BLF eru tey sannførd um, at vil Løgtingið ikki tryggja javnrættindi í barsilslógini, verður tað seinur dagur at javnstøða á arbeiðsmarknaðinum, í leiðslu, og í samfelagnum sum heild, verður veruleiki.
Felagið sigur, at sum støðan er nú, bæði viðvíkjandi barsilsskipanini og sáttmálunum á almenna arbeiðsmarknaðinum, verða kvinnur beinleiðis eggjaðar til at vera heima hjá børnunum, meðan maðurin er á arbeiðsmarknaðinum og vinnur sær fleiri royndir, pening og betri starvsmøguleikar í framtíðini.
Felagið vísir á royndirnar í Íslandi, sum hava víst, at barsilsskipanin er besta amboðið at fremja javnstøðu í verki. Orsøkin er heilt einfalt, at barsilsskipanin hevur ikki bara ávirkan á rættindi og skyldur á arbeiðsmarknaðinum. Hon er eisini við til at broyta siðbundnu kynsleiklutirnar og hugburðin millum manna. Og tað er tað ið krevst, vilja vit javnstøðu, sigur felagið hjá búskaparfrøðingum og løgfrøðingum.