Arbeiðið hjá samgonguni at nýskipa pensjónirnar, er lagt á hillina fyribils. Tað sigur Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sum hevur sitið í einum politiskum bólki, sum hevur arbeitt við pensjónsnýskipanini.
Arbeiðið at nýskipa pensjónirnar hevur ligið stilt nú í langa tíð og ymsastaðni í politisku skipanini eru tey farin at ótolnast eftir, at nakað hendir. Helgi Abrahamsen sigur, at hann hevur spurt í samgonguni hvat verður av arbeiðnum at nýskipa pensjónirnar. Men hann hevur fingið at vita, at arbeiðið er lagt stilt fyribils. Samgongan hevur brúkt nógvar kreftir upp á at leggja eldraøkið undir kommunurnar. Tað er eitt mál, stór ósemja hevur verið um og tí vil samgongan ikki arbeiða við pensjónsskipanini samstundis. Pensjónsnýskipanin er eisini eitt mál, ósemja kann væntast at verða um og samgongan vil ikki arbeiða við tveimum umstríddum stórmálum í senn. Tí er arbeiðið at nýskipa pensjónirnar útsett til næsta ár, tá ið kommunurnar hava yvirtikið eldraøkið. Sostatt verður tað ikki fyrrenn næsta ár, at arbeiðið at nýskipa pensjónirnar verður tikið upp aftur, sigur Helgi Abrahamsen.
|










