Samgongan avdúkar seg sjálva

At Fíggjarmálaráðið nú ásannar, at tað er neyðugt at gera serskipanir fyri tey, sum hava pensjónir uttanlands, vísir, hvussu illa umhugsað avgerðin hjá samgonguni var at skatta pensjónir við inngjald.

Tað staðfestir Starvsmannafelagið ídag.

Fíggjarmálaráðið boðar nú frá, at landsstýrið fer at gera eina serskipan fyri fólk við útlendskum arbeiðsgevara og útlendskum eftirlønarskipanum og Starvsmannafelagið heldur, at her avdúkar samgongan seg.

Fíggjarmálaráðið skrivar: “TAKS hevur ongan myndugleika yvir útlendskum arbeiðsgevarum ella útlendskum pensjónsfeløgum og kann tí ikki áleggja teimum at fylgja ásetingunum í Rentutryggingarlógini.”

- Hvussu kann tað koma óvart á Fíggjarmálaráðið, at TAKS ikki hevur mynduleika yvir útlendskum arbeiðsgevarum og pensjónsfeløgum, spyr Starvsmannafelagið.

Felagið sigur, at har vistu tey væl av tí.

Eisini skrivar Fíggjarmálaráðið: Serliga skipanin verður gjørd, tí tað er greitt, at fleiri av teimum, ið bæði hava útlendskan arbeiðsgevara og útlendska eftirlønaruppsparing, ikki hava fingið tillagað síni eftirlønarviðurskifti til at leggja upp fyri føroysku lógarásetingini um skatting av eftirløn við inngjald.”

- Hetta kundu tit sagt tykkum sjálvi. Hví skulu útlendingar leggja upp fyri eini skipan, ið er munandi dýrari at umsita, enn tann tey hava frammanundan, spyr Starvsmannafelagið.

- At tað kemur óvart á Fíggjarmálaráðið og landsstýrismannin, at TAKS ikki hevur mynduleika í útlandinum, og at tað ikki bar til at broyta útlendsku pensjónsviðurskiftini eftir stuttari tíð, vísur enn einaferð, at málið um at skatta pensjónirnar við inngjald var, og er, illa umhugsað, og at málið varð skundað ígjøgnum, hóast nógvar ávaringar, leggur felagið afturat.