So avgjørdur var Hans Pauli Strøm frá tingsins røðarapalli í dag, undir umrøðuni av Ólavsøkurøðu Løgmans. ? Um tveir mánaðir er ov seint, so tað er nú tosið skal vísast í verki, sigur Hans Pauli Strøm. Ólavsøkurøða løgmans er í hesum døgum til umrøðu í tinginum. Tað er í fleiri førum vorðið greitt, at samgongan ikki stendur aftanfyri Ólavsøkurøðuna.
Alfred Olsen, tingbólkaformaður hjá Sambandsflokkinum heldur tað verða óheppið, at løgmaður tók mál við í Ólavsøkurøðuna, sum samgongan als ikki hevur havt til viðgerðar. Hann staðfestir eisini í dag, at tingbólkurin hjá Sambandsflokkinum ikki tekur undir við ætlanunum hjá Rósu Samuelsen, um st flyta búfólkini frá sambýlunum til nýbygdu ellis og røktarheimini.
Eisini Hans Pauli Strøm fýlist á ætlanina hjá løgmanni og landsstýriskvinnuni í almannamálum, um at flyta búfólkini frá sambýlunum til nýggju ellis og røktarheimini.
Og Jørgen Niclasen heldur løgmann hava sent skeiv signalir út í fleiri førum. Eitt nú kann Fólkaflokkurin í verandi støðu ikki taka undir við at niðurlaga sjómannafrádráttin og at áseta tilfeingisgjald, sum løgmaður annars nevndi í Ólavsøkurøðuni.
-Klára vit ikki at semjast um hetta, kann samgongan ikki halda fram, sigur Jørgen Niclasen.
Eisini Hans Pauli Strøm setur hart ímóti hørðum í dag.
-Vit hava 14 dagar at semjast í. Klára vit ikki tað, so er tað ov seint, og onnur stig mugu takast, staðfestir Hans Pauli Strøm.
Umrøðan av Ólavsøkurøðu løgmans heldur fram í løgtinginum í morgin, og sum skilst eru stórir knútar at loysa hjá samgonguflokkunum.