Gongdin seinasta samdøgrið bendir á, at tann nógv umrødda eftirlønin hjá landsstýrismonnum verður tikin av. Um tað letur seg gera, væl at merkja.
Landsstýrið fer helst at leggja eitt uppskot fyri Tingið um at taka av aftur ta nýggju skipanina um eftirlønir hjá fyrrverandi landsstýrismonnum. Í øllum førum eru formenninir í Tjóðveldisflokkinum og Sjálvstyrisflokkinum samdir um tað. Teir hava opinbart tikið seg saman í hesum máli, tí Fólkaflokkurin var ikki við í felags tíðindaskrivinum mánadagin. Og hann fer neyvan at seta seg upp ímóti einum máli, sum føroyska gøtufólkaræði hevur tikið í egnar hendur. Trýstið er bart út alt ov stórt, til at nakar, sum ætlar sær at halda fram á tingi, torir at standa ímóti.
Harafturat hava allit andstøðuflokkarnir greitt boðað frá, at teir kunnu taka undir við, at skipanin verður sett úr gildi, og at ein uttanveltað nevnd viðger spurningin og í framtíðini ásetir lønina og eftirlønina hjá landspolitikkarunum.
Men her er aftur eitt men. Sambært stýrisskipanarlógini ásetir Løgtingið sjálvt síni lønarviðurskifti, og tí er spurningurin, um tað er sambæriligt við hesa lóg, at ein uttanveltað nevnd skal greiða hesi viðurskifti.
Men líka so nógv, sum fólk hava øst seg upp um eftirlønina hjá landsstýris- og løgtingsmonum, líka so lítið hava fólk gjørt vart við ta vánaligu støðu okkara fólkapensjónistar eru í.
Tí eiga flokkarnir at taka uppskot Javnaðarfloksins til eftirtektar. Javnaðarflokkurin mælir nevniliga til, at politikkararnir fyrst fáa teimum, sum bara hava eina fólkapensjón at líta á, eina virðiliga pensjón. Henda samgongan setti sær fyri at loysa pensjónsmálið, og leingi hótti ?fólkatryggingin? hjá Fólkaflokkinum í havsbrúnni, men henda er vónandi horvin med alla. Ístaðin eiga tingflokkarnir at virka fyri eini samhaldsfastari pensjónsskipan, sum breiða fjøldin av Føroya fólki kann fáa ágóðan av.