HANN nevndi møguleikan at sleppa ætlanini um at skipa Føroyar sum fullveldi nú, men í staðin gera ein sáttmála, sum miðjar ímóti at gera Føroyar sjálvbjargnar búskaparliga, samstundis sum Føroyar so við og við yvirtaka tey málsøki fyrisitingarlig viðurskifti, sum danir umsita í dag. Hann vísti á, at endamálið er tað sama ? at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt ríki. Men spurningurin er bara, nær hetta skal fara fram. Nú ella um eini 10, 12 ella 15 ár. Formaður Fólkafloksins, Óli Breckmann, nevndi nakað tað sama fyrr í orðaskiftinum hósdagin.
HESAR áskoðanir minna rættiliga nógv um uppskot Javnaðarfloksins um eina sjálvstýrislóg fyri Føroyar, og áskoðanina hjá Javnaðarflokkinum um, at Føroyar skulu hava evsta vald í øllum yvirtiknum málum. Formaðurin vísti á, at ganga vit hesa leið ? at gera Føroyar sjálvberandi búskaparliga og fyrisitingarliga, samstundis sum málsøki verða tikin yvir ? so er bara spurningurin eftir henda dag: skulu vit nú skipa Føroyar sum fullveldi ella ikki.
ORÐASKIFTIÐ kom ikki til nakra niðurstøðu ? sum heldur ikki er vanligt ? men nakrar ábendingar eru um, at samgonga og andstøða kanska skilja hvønn annan eitt lítið sindur betri, hóast gomlu og vanligu skuldsetingarnar ofta ljóðaðu frá røðarapallinum. Ikki minst frá teimum meiri »frelstu« tjóðveldisfólkunum, sum skuldseta øll tey, sum ikki eru loysingarfólk fyri sambandsfólk. Hetta er líka so ókonstruktivt íkast til hetta orðaskifti, sum leysakast Sambandsfloksins um at øll, sum ikki tvíhalda um óbroyttan ríkisfelagsskap, eru loysingarfólk.
FØROYSKA fólkið stendur tvíbýtt í hesum máli. Øsingin frá kreppuni og bankamálinum hevur lagt seg, og tað verður neyðugt at finna eina pragmatiska loysn, sum kann fáa undirtøku frá meiri enn tveimum av teimum størru flokkunum og sum kann fáa undirtøku frá einum stórum meiriluta í Føroya fólki. Ólavsøkurøðan og orðaskiftið um hana benda á, at landsstýrið veit ikki rættiliga, hvat næsti leikur skal vera, nú stjórnin heldur fast um stutta skiftistíð og meirilutin í landsstýrinum ásannar, at við hesum grundarlagi ber ikki til at leggja nakað uppskot fyri føroyska veljaran. Tí er neyðugt, at samgonga og í øllum førum partar í andstøðuni fara í nýggjar tingingar um eina føroyska støðu í sjálvstýrismálinum.