Føroya Løgting og harvið skal verða leiðarin, ella við øðrum orðum, okkara trygd fyri at borgarin í hesum landi, kennir seg gott og rættvíst viðfarnan, tað sum vit eru vitni til í Løgtinginum, er alt tað mótsætta, av áliti og viðring, hvar ákærir um brotsverk, lygnir og kriminalisering av Løgmanni ella ávísum Landstýrismonnum, allatíðina hangur í luftini.
Tað sum hevur undra mangan Føroying, er hví Løgmaður ella Landstýris-menn, vilja hava slíkar ákærir sitandi á sær, hví stevnur núverðandi Løgmaður ella núverðandi landstýrismenn ikki fyri ærumeiðing, tá teir verða ákærdir alment fyri brotsverk, er tað tí teir ikki taka Torbjørn Jakobsen og Tjóðveldisflokkin í álvara, ella er tað tí at ???, hettar hongur enn í luftini innanveggja í Løgtinginum, og um allar Føroyar.
Um Samgongan ikki hevur álit á sær sjálvum, og hettar skal verða leisturin framyvir, hvussu skal so Andstøðan hava álit á Samgonguni, ella hvussu skal Føroya Fólk hava álit á Føroya Løgtingi, vit mugu sum Løgtingslimir sjálvir leggja støði undir okkara ábyrgdarkenslu fyri fólkinum, tá svongdin eftir maktini, er størri enn ákærir um brotsverk, so hava vit ein sera stóran trupuleika at dragast við, tað er eingin onnur stjørn í heiminum, sum hevði latið hettar farið aftur við borðinum.
Mín áheitan til samgonguna er at finna útav hvat hon vil, tað er eingin ivi um, at vit liggja í stjórnarloysi, ella við øðrum orðum skútan rekur fyri vág og vind, um onkur skuldi havt hug til at fingið hendan pástandin prógvaðan, so kom í Løgtingið og finn útav hesum, tað er nemliga ikki møguligt í løtuni at hoyra ella síggja, hvør er andstøða ella hvør er Samgonga.
Mín áheitan til Føroya Løgmann skal verða at fáa skil aftur á sínum samgongulimum, tí hettar er ein skomm, fyri okkara høgt virda endurstovnaða 150 ára gamla Løgting.