Íslendski stjórnarflokkurin Samfylkingin hevur í dag fingið nýggjan formann.
Í seinastuni hava limirnir í flokkinum atkvøtt millum Árna Páll Árnason og Guðbjart Hannesson, og í dag varð kunngjørt, at Árni Páll Árnason (myndin) var valdur við knappliga 62 prosentum av atkvøðunum. Hann tekur sostatt við formansstarvinum eftir Jóhonnu Sigurðardóttir, forsætisráðharra, sum hevur verið formaður í Samfylkingini síðani 2009. Hon kunngjørdi í fjør, at hon gevst í politikki, tá hetta valskeiðið endar.
Árni Páll Árnason var ráðharri frá 2009 til 2011.