Ólavur Hansen
Klaksvík, tann 8. mars 2012
---------
Eg vil við hesum innleggi, geva mítt boð uppá, hvussu samferðsluútbygging í Føroyum kann verða framd. Uppskotið varðá fyrsta sinni borið fram á fólkafundi í Klaksvík. Eg vil her útdýpa og klárleggja mínar tankar hesum viðvíkjandi.
Tá Vágatunnilin og Norðoyartunnilin eru liðugt útgoldnir, fella teir til landið, og tað verður frítt at koyra í gjøgnum hesar tunlar.
Harafturímóti skal eitt gjald, eitt samhaldfast gjald, leggjast á okkum øll, sum nú búgva í meginøkinum, eitt samferðslugjald. Hetta gjald, sum tildømis kann verða sett til 250 kr. um mánaðin, verður goldið inn til ein stovn, sum fær til uppgávu at útbyggja samferðslukervið til tær oyggjar, sum enn ikki hava fast samband. Hugsa vit okkum, at 20.000 fólk gjalda 250 kr. um mánaðin, gevur tað 60 mio. um árið. Yvir 10 ár gevur tað 600 mio. , 20 ár 1200 mio., 1,2 mia og í 30 ár 1.8 mia. Fyri hendan pening kunna vit byggja ein Sandoyartunnil, innfalsveg til Havnar, tunnil til Hvalbiar og Viðareiðis og vera væl á veg til Suðuroyar, tað einasta, sum skal til er raðfesting.
Hesin almenni stovnur, sum burtursæð frá raðfestingini, er óheftur av tí politisku skipanini, kundi passandi ligið á Sandoynni.
Nakað av tí, sum skattgjaldarin skal rinda sum samferðslugjald, kundi hann fingið í skattalætta, av ti at landskassin ikki longur skal brúka skattakrónur til at útbyggja samferðslukervið fyri.
Við hesum gjaldi koma øll at lyfta í felag, vit í meginøkinum fyrst, sandoyingar og suðuroyingar tá teir hava fingið fast samband og eisini tey, sum í dag ikki gjalda skatt, útisiglarar og fólk, sum arbeiða uttanlands.
Eg vóni, at hetta innlegg kann verða við til at seta eitt heitari ljós á tað, til tíðir stirvna kjakið, um menning av samferðslukervinum í Føroyum okkum øllum at frama.