Kanningar vísa, at hon verður ikki nýtulig í 48 dagar um ári uttan pier, er tað hetta løgtingsmenn og suðuroyingar ynskja?
Eftir eina langa burðartíð er vinnunevndin loksins barsla við einum meirluta áliti, sum løgtingið skal taka støðu til.
Ístaðin fyri at halda tingini sundurskild, hevur vinnunevndin forbrongla málið, við at blanda havnaútbygging og tunnilsger saman, við tí fylgju, at tá ið nýtt strandfaraskip kemur til landið hevur tað ikki nakað atløgupláss í Suðuroy.
Málið er annars heilt greitt, tí uppskot til lógtingslóg sigur, at landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri, at samferðsluhavn við landgongd og farstøð verður bygd eystan fyri Drelnes á Trongisvágsfyri. Byggiútreiðslurnar til verkætlanina kunnu í mesta lagi vera 60 mió kr.Bert fólkafloksumboði tekur undir við, at samtykkja hetta uppskoti uttan broytingar.
Gróttøka til havnaútbygging kann fáast frá tunlum oman fyri havnarlagið á Drelnesi ella keypast frá einum ljótum grótbroti.
At allir suðuroyingar taka undir við seinra uppskotinum um tunnilsloysn Øravík -Hov er ein sjálvfylgja og tað skuldi heldur ikki verði nakar trupuleiki fyri løgtingsmenn, at tikið undir við hesum uppskoti, tí tað er bæði bíligari og betri. Tað er heldur eingin orsøk til, at gróti frá hesari tunnil skal goymast, tí allar kommunurnar í Suðuroy eru ivalest áhugaðar í at fáa fatur á hesum tilfari.
Í álitinum stendur eisini, at fyrst spara teir 15 mió kr. uppá havnaútbygging og síðani 30 mió kr uppá tunnilsgerð, íalt 45 mió kr. Skulu hesar 45 mió kr. brúkast í Suðuroy ? t.d tunnil til Fámjin umleið 20 mió kr og 25 mió til breiðkan av tunnil til Hvalba?
Livst so spyrst.










