Samferðsluhavn í Trongisvági:Avgerð tikin heilt skjótt

Fýra tilboð komu inn upp á arbeiðið at gera samferðsluhavnina í Trongisvági. Miðað verður eftir, at hon skal verða liðug seinast í komandi ári. Í fyrstu atløgu verður grótið tikið úr grótbroti og ikki úr goymslutunlum, sum tvørafólk vildu

Havnargerð

Tað verður heilt skjótt, at Landsverkfrøðingurin fer at gera av, hvør skal gera nýggju samferðsluhavnina á Trongisvágsfirði.
Tilboðini vórðu latin upp í gjár og Landsverkfrøðingurin fer nú at kanna tilboðini nærri og í næstu viku væntar hann, at samráðingar verða tiknar upp við tað byggifelagið, sum hevur tað besta tilboðið samanlagt.
Fýra tilboð komu inn upp á arbeiðið og tey vórðu latin upp klokkan 14 mikudagin.
Tað var rættiliga lítil munur á tí lægsta og tí hægsta tilboðnum, bara slakar 3,9 milliónir.
Tað vísti seg, at byggifelagið , Articon, hevði lægsta tilboðið, sum var upp á góðar 51,2 milliónir. Næstlægsta tilboðið hevði E. Pihl & Søn, tað var upp á 52,4 milliónir.
Byggitek, J&K Petersen og NCC hava tikið seg saman í Byggisamtakið Suðuroy og tað byggisamtakið kann gera arbeiðið fyri slakar 52,7 milliónir. Hægsta tilboðið hevði MT Højgaard, sum bjóðaði sær til at gera havnina fyri slakar 55,1 milliónir.

Nú skal roknast
Men Oyvindur Brimnes, Landsverkfrøðingur, ger vart við, at tilboðini kunnu ikki samanberast uttan víðari.
?Í øllum tilboðunum eru ymisk fyrivarni, sum vit skulu leggja upp fyri, áðrenn vit taka søtðu til tilboðini, sigur hann.
Oyvindur Brimnes sigur, at nú skal gerast upp, hvat øll tey ymsu fyrivarnini hjá teimum ymsu byggifeløgunum, kostað í pengum.
? Tá alt tað er talt saman, verður funnið fram til, hvør ið veruliga hevur tað lægsta tilboðið og so verða samráðingar tiknar upp við tað byggifelagið.
Landsverkfrøðingurin væntar, at tær samráðingarnar kunnu byrja í komandu viku.
Hann sigur eisini, at tilboðini, sum eru komin inn, eru ikki endaligi prísurin fyri ferjuleguna.
?Talan verða um fleiri kendar og ókendar útreiðslur, sum koma afturat, umframt byggieftirlit og byggileiðsla og annað. So tá ið ferjulegan er liðug, verður hon dýrari enn tilboðini ljóða upp á, sigur Oyvindur Brimnes.
Tá ið arbeiðið varð bjóðað út, varð mett, at tað fór at kosta einar 55 milliónir.
Landsverkfrøðingurin sigur, at tað verður framvegis miðað eftir, at samferðsluhavnin skal verða liðgu seinast í komandi ári.
Men eisini tað er ein spurningur, sum verður tikin upp við tað byggifelagið, sum skal gera arbeiðið, sigur hann.

Grót úr grótbroti
Landsverkfrøðingurin sigur, at í fyrstu syftu verður grótið til samferðsluhavnina helst tikið úr einum grótbroti inni í heilt inni í dalinum, beint uttanfyri munnan til Hvalbiarbergholið.
?Men verður farið undir Hovstunnilin eftir tí nýggja uppskotinum, verður grótið tikið haðani, leggur hann afturat.
Sostatt tykist tað at vera greitt, at ætlanin hjá Tvøroyrar Kommunu um at gera goymslutunlar á Drelnesi og at taka grótið hiðani, verður av ongum.
? Tað hevði dýrkað samferðsluhavnina at tikið grótið úr goymslutunlum á Drelnesi, men vil kommunan betala, er støðan ein onnur og tá vita vit ikki, um tað verður til tað, sigur Oyvindur Brimnes.