Sirið Stenberg finnst at vantandi raðfestingini innan samferðsluøkið. Hon vísir á, hvussu týdningarmikið tað er hjá útjaðaranum, at hava gott ferðasamband við miðstaðin.
- Blind høna finnur eisini korn, bleiv sagt undir viðgerðini av kørmunum. Hetta var meint sum eitt skot til andstøðuna, sum hevði so trupult við at finna nakað gott at vísa á. Ikki tí, haldi nú vit vístu á tey fáa ljóðspunktini sum vóru. Nólsoyarferjan er eitt gott dømi, sum vit øll eiga at fegnast um, sigur Sirið Stenberg í skrivi.
Hon óttast fyri, tað nú verður so langt ímillum kornini, at hungurin tekur yvir.
- At skerja siglingina hjá Smyrli og Teistanum eigur als ikki at koma uppá tal. Heldur átti tænastan at verði økt til at fevnt um allar dagar av árinum. Hvar hoyrir tað heima at ongin sigling er ávísar halgidagar. Um páskirnar hava tveir dagar verið við ongari sigling hjá Strandferðsluni yvirhøvur. Álvara tos, vit skrivað 2012. Okkurt hevði verið at hoyrt um vegir og tunlar stongdu somu dagar, sigur Sirið Stenberg.
Hon setur eisini spurnartekin við raðfestingana av teimum tunlunum, sum skulu gerast sambært játtanarkørmunum fram til 2024.
- Hvalbiartunnilin er øllum kunnugt als ikki tíðarhóskandi, og verður mettur sum ein deyðsfella av teimum, sum dagliga brúka hann. Men hann skal eisini bíða. Spyrji bara til nær. Til ólukkan er hend? Vitandi um tann stóra vanda hetta er fyri folk, kann hetta als ikki góðtakast, sigur Sirið Stenberg.
Hon vísir á, at ríka vinnulívið í Hvalba virkar undir truplum kørmum, og tunnilin er ein stór forðing.
- Tá ið tosað verður um at skapa karmar fyri góðum vinnulívi, er nýggjur tunnil til Hvalbiar ein avgjørd treyt. Í kørmunum stendur at Hvalbiartunnil skal raðfestast í 2018-2021. So er spurningurin hvat vinnulív er eftir tá, og um farleiðin hevur kravt mannalív áðrenn, sigur Sirið Stenberg.