Samferðsla
Samferðslan eigur ikki at vera løgd lamin, tá ið ósemjur taka seg upp á arbeiðsmarknaðinum.
Tað heldur Kommunusamskipan Føroya.
KSF hevur viðgjørt spurningin um samferðsluviðurskiftini í sambandi við ósemjur á arbeiðsmarknaðinum.
Og í skrivi, sum nú er sent avvarðandi pørtum á arbeiðsmarknaðinum, eitt nú fakfeløgunum, landsstýrinum o.ø, verður heitt á partarnar um at finna loysnir so at samferðslan kann ganga ótarnað, hóast verkfall er.
Í brævinum, sum Jógvan Krosslá, stýrisformaður og Jens Marius Poulsen, starvsbólkaformaður, hava skrivað undir, verður sagt, at Kommunusamskipan Føroya harmast um, at hvørja ferð verkfall ella onnur slík viðurskifti taka seg upp, verða tey, sum bert hava sjóvegis farleiðirat líta á, hart rakt av hesum.
? Serliga eru tað oyggjarnar longst frá samanbundnað miðøkinum, ið eru fyri stórum missi, bæði fíggjarliga, mentanarliga og samfelagsliga, sigur KSF.
Stórur missur
Felagið sigur, at fíggjarligi missurin kemst m.a. av, at møguleikin fyri at røkja sítt arbeiði verður skert munandi, bæði tí at ikki ber til at koma ímillum bústað og arbeiðspláss og at rávøra og onnur vøra ikki frítt kann flytast millum oyggjarnar.
? Hetta hevur eisini við sær, at vinnulívið á staðnum fær eitt slíkt bakkast, at tað dettur niðurfyri ella heldur ger av at flyta sítt virksemi inn á samanbundnað miðøkið.
KSF sigur eisini, at mentanarliga hevur tað við sær, at fólkið á hesum støðum als ikki hava nakran møguleika at luttaka í nøkrum tiltøkum, ið liggja uttanfyri teirra økið.
? Samfelagsliga hevur ger tað, at hesi fólk verða sett uttanfyri alla ávirkan í samfelagnum afturímóti teimum, sum búgva í samanbundnað miðøkinum.
? Kommunusamskipan Føroya heitir tí á avvarðandi partar, sum hava avgerðandi týdning fyri samferðsluna, herundir landsmyndugleikar, fakfeløg o.o., um at virka fyri, at ósemjur og líknandi ímillum partar ikki føra við sær, at samferðslan verður hótt soleiðis, at sambindingarliðini ella landsvegakervið verður rakt av blokadum v.m. sigur KSF.