Tað loysir seg at viðganga síni mistøk og samstarva við ákæruvald og løgreglu. Fyrrapartin í gjár fall dómur í sakarmálinum móti 46 ára gomlu kvinnuni, sum var ákærd fyri at hava framt fíggjarundandrátt móti arbeiðsgevara sínum, Statens Luftfartsvæsen í Vágum.
Skikkar kvinnan sær betur komandi 2 árini, og heldur seg røttu megin lógina, sleppur hon undan at sita. Frá Føroya Rætti fekk hon 10 mánaða treytaða fongsulsrevsing og varð harumframt dømd at veita samfelagstænastu í 200 tímar. Upphæddina, sum hon tók frá arbeiðsgevara sínum, 413.986,93 kr, skal hon sambært dóminum rinda aftur innan 14 dagar.
Á rættarfundinum var ongin verji. Kvinnan játtaði seg seka í at hava framt undandrátt í almennum starvi sambært §278 og §154 í revsilógini. Hon gjørdi beinanvegin vart við, at hon ongan verja vildu hava. Hetta varð tikið til eftirtektar, og Jens Severinsen, ákæri, fór sera mjúkliga fram móti tí ákærdu, sum bar seg væl undir rættarfundinum.
300.000 í tvey ár
Kvinnan fekk starv sum bókhaldari í Statens Luftfartsvæsen í 1981. Starvið fataði harumframt um vanligt skrivstovuarbeiði og at ansa kassanum. Undir avhoyringini í rættinum segði hon seg vera komna í fíggjarliga neyð í 1992. Hon fór tískil at nápa úr kassanum á flogvøllinum. Upprunaliga ætlaði hon sær at lána og rinda peningin aftur tá fíggjarstøðan batnaði. Men so varð ikki. Eftir stuttari tíð staðfesti hon, at tað gekk fínt, og valdi tí at halda fram við undandráttinum. Eftir bert tveimum árum hevði hon tikið o.u. 300.000 krónur. Vanligi hátturin var, at hon sum kassameistari tók kekkar og postávísingar, ið hon sum bókhaldari skrásetti sum inngoldin, hóast hon í roynd og veru innloysti tey og brúkti pengarnar sum privatpersónur. Sambært kvinnuni, kundi hon gera sum henni lysti, tí hon vanliga tók sær av hesum arbeiði einsamøll.
Peningurin fór til vanliga nýtslu, húsalán og at stuðla dóttrini fíggjarliga. Kvinnan segði, at hon hvørki var og ferðaðist ella keypti sær nakað stórt av týdningi. Samstundis legði hon dent á, at hóast tað kanska tykist løgið, so visti ongin í familjuni um undandráttin.
Helt fram
Í 1994 var tikna upphæddin brádliga vorðin so stór, at kvinnan royndi at lána pening úr peningastovnum at rinda skuldina aftur við. Men umsóknirnar um lán vórðu ikki gingnar á møti. Kortini helt hon fram við svikinum. Á ymsan hátt royndi hon at skava út yvir ólógliga virksemið sítt. Hon skrivaði skjøl, sum hon ikki hevði loyvi ella var skikkað til eins og hon flutti rentuinngjøld í holini, sum svikið hevði elvt til. Men hetta munaði ikki.
Kvinnan helt, at roknskaparleiðarin í Statens Luftfartsvæsen longu fekk illgruna um lógarbrotini í 1997, eitt ár áðrenn málið varð meldað og kvinnan varð suspenderað, sum hon enn er. Illgruni elvdi eisini til, at Statens Luftfartsvæsen setti í verk stóra kanning av fíggjarstýringini í Vágum.
Tyktist vælnøgd
Í rættarhølinum í gjár var Anders Kock, løgfrøðingur og serligur ráðgevi hjá Statens Luftafartstjeneste. Hann gjørdi greitt, at arbeiðsgevarin vildi hava peningin aftur.
Annars bendu kanningarnar hjá Statens Luftafartsvæsen í sambandi við málið á, at eftirlitsskipanirnar ikki riggaðu sum ætlað og annars vóru ófullfíggjaðar. Hetta varð eftir øllum at døma tulkað sum linnandi umstøður. Tað var ov lætt og ov freistandi at stjala. Sambært ákæruvaldinum eru hesi viðurskifti høvuðsorsøkin til sera lina dómin. Kortini hevur tað eisini havt týdning, at kvinnan ikki áður hevur framt nakað revsivert av týdningi.
Hon tók við dóminum alt fyri eitt og tyktist væl nøgd tá hon fór úr rættarhølunum, minni enn ein tíma eftir at rættarfundurin varð settur.