Samfelagsstevnan í Ebenezer

Mikukvøldið 4. november til sunnukvøldið 8. november var árliga samfelagsstevnan hjá brøðrasamkomuni hildin í Ebenezer.

Stevnan byrjaði í Ebenezer við bønarfundi mikukvøldið, har Poli Vang setti stevnuna við nøkrum hugleiðingum. Eisini undirstrikaði hann, at temaði á stevnuni í ár er: “Nú er tíðin til frelsu, til vøkstur og til tænastu.”


Møtini hildu fram við uppbyggingar- og evangeliskum møtum hósdag og fríggjadag, eisini í Ebenezer. Til evangeliska møti fríggjakvøldið varð farið niðan í ítróttarhøllina á Nabb, har restin av fundunum vórðu hildnir, tó ikki breyðbrótingin sunnumorgun, sum nú, síðani ovari salur varð gjørdur í stand, verður hildin í Ebenezer. Tað var Svenning av Lofti, sum talaði sunnumorgunin. Hann hevði ein máttmiklan boðskap um týdningin av ikki at liggja á tí trýfaldaða boðnum, sum Harrin gav lærisveinunum, beint áðrenn hann fór til Himmals. Ein litføgur innbjóðing var prentað til møtini, sum fólk í samkomuni kundi býta út eftir tørvi.


Opin og skipaði møtir


Aftur í ár vóru møtini væl vitjaði. Tey fyrstu møtini, sum altið verða hildin í Ebenezer, eru sokallaði opin møti, har menn, sum hava fingið eitt orð frá Harranum, eru vælkomnir at bera tað fram, um høvið býðst. Hetta er ikki óvanlig mannagongd í brøðrasamkomunum, og júst hesi opnu møtini kunnu roynast at verða sonn Andans leidd møti, tá persónar fáa høvið at bera eitt orð fram, sum annars ikki eru so ofta at hoyra á skipaðum møtum. Fundirnir í høllini vóru allir skipaðir við talu og sangluttøku.


Teir, sum talaðu í høllini vóru m.a. Jógvan Zachariasen, Rólant í Skorini, Símun Absalonsen, Oddmar Færø, yngri, Jens Bech av Skála, Gunnar Nielsen, Sonni Poulsen, John í Skemmuni, Niels Pauli Nónstein, Poul Færø, Símun Pætur á Torkilsheyggi, Svein Petersen og aðrir. Tey mongu hundrað, sum aftur í ár leitaðu sær niðan í høllina, fingu høvið at hoyra bæði góða talu og góðan kórsang, sum var framførdur av Ebenezerkórinum, Betesdakórinum, mannskórinum í Ebenezer og Suðuroyarkórinum. Tað var ein sonn fragd at hoyra Ebenezerkórið framføra sangin “Oh happy day” við solorøddini hjá Bárur Tindskarð. Hesin ungi maðurin hevur fingið eina Gudgivna rødd at nýta í tænastu Harrans.


Alnótin


Áhoyraraskarin er væl størri enn stóri skarin, sum situr í høllini. Møtini vóru send beinleiðis í Lindini og kundu samstundis hoyrast á alnótini. Vit vita, at føroyingar um allan heimin sótu og lurtaðu og sungu við, og vóru so statt ein partur av samfelagsmøtunum í Ebenezer í november 2009. Ígjøgnum mong ár hevur Útvarp Føroya (Kringvarpið) sent sunnukvøldsmøtið beinleiðis, sum mong eru ómetaliga glað fyri, tí júst hetta møti hevur fleiri hundrað lurtarar kring landi. Hetta er ein stór vælvild, sum bæði Kringvarpið og Lindin sýnir samfelagsmøtunum í Ebenezer.


Trúboðarafundur


Vanligt hevur verið í fleiri ár, at trúboðarar í brøðrasamkomunum, bæði teir, sum virka heima og teir, sum virka í øðrum londum, og sum eru heima og vitja, koma saman, tá samfelagsmøtini eru. Mikumorgunin kl.10.00, sama dag sum møtini byrjaðu, vóru 21 trúboðarar savnaðir saman á Panorama á Hotel Hafnia. Hetta er ein løta, sum er ætlað fyrst av øllum til andaligt samfelag. Onkuntíð er tað so, at trúboðarar, sum virka í øðrum londum, hitta hvønn annan á hesum fundum fyrstu ferð eftir mong mong ár.


Ein skrá verður gjørd, har ein høvuðstala verður hildin um eitthvørt aktuelt evni. Í ár var tað Niels Pauli Nónstein, sum virkar í Kristnastovu í Keypmannahavn, ið hevði ein fyrilestur. Niels Pauli hugleiddi um trúgvandi ungdómin í Føroyum í dag, og setti spurningin: Hvar fær ungdómurin í dag sína kristnu lívsáskoðan frá? Hann vísti á, at tað hav av informatión, sum er tilgongiligt á alnótini í dag, hevur ein avgerandi leiklut í tilevningini av uppvaksandi ættarliðinum, og nevndi, at hetta er ein av stóru avbjóðingunum, sum samkomur í dag standa í.


Síðani var høvið hjá tí einstaka trúboðaranum at leggja fram um sítt egna virkisøki, og tað var áhugavert at hoyra um arbeiði og verkætlanir hjá hesum 21 monnum og kvinnum, ið virka sum fulltíðar trúiboðarar innan brøðrasamkomuna, bæði heima og burturi.


Ungdómsmøti


Hvørt ár, á samfelagsmøtunum, verður skipa fyri ungdómsmøtum í høllini eftir seinasta møti fríggjakvøldið og leygarkvøldið. Ungdómsmøtini vóru kl.22.00 og tey vóru lýst sum Opið Hús, har borðreitt var við kaffi, te, saft og onkrum afturvið. Tað streymaði inn av ungum fólki allastaðni frá í landinum, fleiri hundrað. Tey stórhugna sær, heilsa upp á hvønn annan, práta og flenna saman, men tað er eisini rúm til álvara, og álvarin kemur í hæddina, tá ein tala verður hildin, sum er ein fastur táttur á hesum ungdómsmøtum. Fríggjakvøldið talaði Niels Pauli Nónstein og leygarkvøldið talaði Kristian á Lakjuni. Eisini er høvið givið til vitnisburðar. Á ungdómsmøtunum hevur felagssangurin ein annan stíl enn á hinum møtunum, tá ungdómurin sleppur at sláa á keeboardstangentarnar og píska við trummupinnunum og skrúva við volumiknøttinum eftir egnum ynski. Ungdómurin dugir væl at geva lovsonginum andaligar veingir, og tað er at gleðast yvir at land okkara eigur so nógvan ungdóm, sum leitar inn til Guds orð.


Barnamøti


Børnini verða ikki gloymd a samfelagsmøtunum. Aftur í ár varð lýst til sunnudagsskúla/barnamøti í ovara sali í Ebenezer, sunnudagin kl.12.00. Salurin var fullsettur av børnum og foreldrum. Um ikki fleiri av foreldrunum sótu við teimum minstu á knøunum, høvdu ikki verið stólar nokk til øll. Tað vóru hjúnini Beinta og Absalon Áargarð, sum høvdu høvuðsábyrgdina. Absalon hevði dukkuna við, sum undirhelt børnunum óføra nógv. Síðani segði Beinta børnunum eina søgu við góðum andaligum praktiskum lærdómi.


Kunningarfundur


Tá samfelagsmøtini eru, er altið ein stórur kunningarfundur í Ebenezer, sum vanliga verður hildin leygarmorgun kl.10.00, har umboð fyri tær mongu og ymisku tænasturnar innan brøðrsamkomuna, bæði heima og burturi, fáa høvið at leggja fram. Tað verður møtt væl upp til hesar kunningarfundirnar, sum eru sera áhugaverdir og motiverandi fyri fólkið í brøðrasamkomuni, ið kennir seg sum ein part av øllum tí nógva arbeiðinum, sum verður gjørt bæði burturi og heima. Hetta er ein av dygdunum í brøðrasamkomuni.


Nýggj sangbók


Eitt av tí, sum varð kunnað á fundinum leygarmorgunin, var arbeiði við nýggju útgávuni av Songbók Guds Fólks, sum er almenna sangbókin hjá brøðrasamkomuni í Føroyum. Seinasta útgávan er frá 1976. Hesi seinastu árini hevur tað verið arbeitt við eini verkætlan at geva bókina út av nýggjum við uml. 1500 sangum og sálmum. Úrvalið, sum brøðrasamkoman hevur at taka av, er ómetaliga ríkt og stórt, so tað er ein tung uppgáva at skula velja og vraka ímillum henda stóra sangskatt, sum hevur verið sungin í meira enn eina øld um alt landið.


Tað eru teir báðir, brøðurnir í Norðragøtu, Flóvin Tyril og Zakarias Zakariassen, sum hava hetta arbeiði um hendi. Teir miða ímóti, at bókin kemur út í 2010. Sangbókin, sum kom út í 1976 og sum verður brúkt í dag, telur 1192 sangir, og er helst hitt hægsta talið í nakrari songbók í Norðurlondum.


Nátturði


Sunnudagin vóru tvey møti í høllini, uppbyggingarmøti kl.16.00 og evangeliskt møti kl.19.00, sum eisini var tað seinasta møti á samfelagsstevnuni. Hesi seinastu nógvu árini hevur samkoman bjóða fundarfólkunum til nátturða millum bæði tey seinnu møtini sunnudagin. Nátturðin er í høllini, og soleiðis varð eisini í ár. Hetta er sera praktiskt, tí so nýtist fólkið ikki at fara heim í millum møtini. Øll í samkomuni vera biðin um at smyrja so mikið av breyði, at tað er nóg mikið til húski og nakrar “gestir.” Fólkið kemur so við matinum beint áðrenn møti kl.16.00. og síðani eru tað fólk, sum átaka sær at seta upp sjálvtøkuborð ymsastaðni i høllini og at borðreiða.


Tað persónliga samfelagið er ómetaliga gott og gevandi, meðni nátturðin er, tí fólkið gongur ímillum stólarnar og heilsar upp á hvønn annan, og onnur koma í eitt longri prát við onkran, sum tey ikki hava sæð síðani seinastu samfelagsfundir ella kanska longri síðani. Øll tey mongu hundrað fólkini, sum vóri til møtini, vórðu mett og væl sett.


Endin


Jákup Olsen sluttaði samfelagsstevnuna 2009 og takkaði teimum mongu, sum vóru komin til møtini og teimum, sum hava lurtað bæði úti á havinum og ymsastaðni í útheiminum. Eisini takkaði hann loftmiðlunum fyri teirra vælvild at senda møtini inn í stovurnar hjá fólki kring landið. Nú er bara eftir at vóna, at tað, sum talað er ikki fellur til jarðar, men vil síggjast aftur í frelsu, ávøksti og tænastu!


Poul Jóhan Djurhuus