Samfelagsstevna: Læra Harran betri at kenna

Tey hava arbeitt dúgliga við at fáa umbyggingina av samkomuhúsinum Ebenezer lidna.

Nú er so at siga komið á mál, og í næstu viku verður fyrsta tiltakið í nýggja salinum - eitt bønarmøti í samband við árligu samfelagsstevnuna.

Ein fastur táttur í andaliga arbeiðinum hjá Brøðrasamkomunum kring landið hevur verið samfelagsstevnan í Ebenezer.
Hetta er ein møtirøð sum mong kring landið hava sæð fram til og hava glett seg til ár eftir ár.
Í ár hava fólk eisini við spenningi sæð fram til at henda stevnan skuldi haldast í tí nýumvælda og stóra salinum í hesum stóra samkomubygninginum í miðbýnum í Havn.
Komandi mikukvøld verður so fyrsta møtið í hesum sali. Hetta verður eitt bønarmøti, har ein helst fer at takka fyri tað lidna arbeiðið, samstundis sum ein fer at leggja alt tað andaliga virksemi fram fyri Harran sum verða skal á hesum staði í framtíðini.
Arbeiðið við umbyggingini byrjaði fyri sløkum ári síðani. Um vikuskiftið er ætlanin at taka nýggja salin í nýtslu aftur.
 
Størri høli
Samfelagsstevnan 2006 byrjar sum nevnt komandi mikukvøld í Ebenezer.
Stevnan heldur fram hóskvøldið og fríggjadagin á sama staði. Men leiðslan í samkomuni er vitandi um, at henda samfelagsstevnan verður væl vitjað av fólk í og úr Havn, og tí verður restin av stevnuni hildin í ítróttarhøllini á Hálsi.
Byrjað verður tískil í ítróttarhøllini við møti fríggjakvøldið og síðani verður hildið fram her til sunnudagin.
Av tí at møtini fyrst byrja í komandi viku er skráin ikki lýst enn. Men lítil ivi man vera um, at nógvur sangur og tónleikur verður á skránni hetta vikuskiftið, samfelagsstevnan er.
Eitt er í øllum førum fast og tað er heitið á stevnuni. Tað er tikið úr Orðatøkunum kapittul 3 og ørindi 6, har tað stendur skrivað: "Kenn Harran á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar".
Lagt verður aftrat at øll eru vælkomin til samfelagsstevnuna.