Samfelagssinni!! Rópa tey aftur nú

Esmar Berg, fyrrverandi formaður í Føroya Lærarafelag

----------

 

Hvør minnist til, seinast tey alment løntu vístu samfelagssinni?

Og hvør var takkalønin fyri hetta samfelagssinni?

 

Esmar Berg, fyrrverandi formaður í Føroya Lærarafelag

 

Fyri 16 árum síðan, vóru Føroyar eisini komnar á ørmindarhús.

Søgan tá var henda:

6. oktober 1992 fóru Føroyar á húsagang. Spurningurin um lønarniðurskurð varð lagdur fyri fakfeløgini hjá teimum alment løntu um heystið 1992.

Landsstýrið greiddi fakfeløgunum frá, hvussu álvarsom kreppan var.

Eftir nógv fundarvirksemi, bæði millum fakfeløgini og innanhýsis í hvørjum fakfelag sær, varð gjørt av at ganga við til lønarniðurskurð.

Tó, tey alment løntu við danskari løn fingu onga lønarlækking.

16. februar 1993 var semjan gjørd. Fakfeløgini gingu við til, kalla tað frívilligt tvang, ein lønarniðurskurð uppá 8,5 % afturvirkandi frá 1. februar 1993 og árið út.

Tá tíðin nærkaðist, at semjan skuldi ganga út, og fólk væntaðu, at lønin nú kom óskerd aftur, kom fyrsta svikið: Løgtingið gjørd uttan ávaring semjuna til lóg. Lønarniðurskurðurin skuldi halda fram frá 01.01.1994 til 1. juli 1995.

Verandi fíggjarmálaráðharri var partur av landsstýrismanningini tá.

1. juli 1995 væntaðu fólk sjálvandi, at lønin automatiskt fór uppaftur á sama støði, sum hon var, áðrenn lønarniðurskurðin. Tað hevði hægsti myndugleiki jú lovað.

Men tað fór hon ikki. Nei, nú skuldu fakfeløgini við samráðingum stríðast fyri at fáa lønina upp á 0 aftur.

Úrslitið var, at lønirnar komu ikki upp á 1. februar 1993 støði fyrr enn til samráðingarnar í 1998. Nógv var mist.

Við hesari valdsmissnýtslu móti fakfeløgunum, hevði mynduleikin til eina og hvørja tíð missnýtt møguleikan at koma aftur eina aðru ferð, um hetta skuldi gjørst neyðugt.

 

Í hesum døgum skilst, at myndugleikin hevði innroknað niðurskurðin hjá alment løntu í sonevnda “spari- og vakstrarpakka” uttan at hava baklandið uppá pláss.

Hetta man vera manglandi situatiónsfornemmilsi, og tað er sera vandamikið hjá eini stjórn.

Høvuðstrupuleikin í dag er, at fakfeløgini hava snøgt sagt ikki álit á teimum ráðandi.

Verandi fíggjarstøða er tíverri fyri ein stóran part skapt av teimum ráðandi, tí teir hava tveitt fýra milliardir frá sær tey seinastu 7 árini, uttan at hava sett annað ístaðin.

Misskilta tjóðskaparkenslan kemur at gerast okkum sera kostnaðarmikil.

Uppskriftin “at avrætta bakara fyri smið” tykist enn at kunna nýtast.

 

Tað er heilt burturvið, at ákæra tey alment løntu fyri væntandi samfelagssinni, tí søgan hevur víst, at teir ráðandi í hesum landi brúka vælkenda orðatakið,”Ótøkk er heimsins løn”, sum sítt skjaldramerki.

Fyrr enn myndugleikin hevur klárað at bygt eitt álit aftur millum partarnar, er helst ikki meira at tosa um.

Mangt annað kundi verið tikið fram í hesum sambandi, men lat tað fara.