Á heimasíðuni hjá Ebenezer verður nú boðað frá, at samfelagsmøtini í ár eru flutt og byrja tískil fyrst mikudagin 15. november og enda sunnudagin 19. november.
Byrjað verður við møtum í Ebenezer, men seinna helvtin av samfelagsmøtunum verður í Ítróttarhøllini á Hálsi.
Hesa seinastu tíðina er ein umfatandi umbygging farin fram í Ebenezer, og verður nú miðað eftir, at tann stóra høllin í erva skal vera klár til hesi samfelagsmøtini.