Forkvinnan Bergtóra Hanusardóttir segði frá virksesmi felagsins hálvu øldina. Nevndi m.a. fyrstu 25 árini, har avrik og virksemi einamest snúu seg um at taka tættir upp, ið tørvur var á. Fyrst landsinnsavningina til røntkentólið til Landssjúkrahýsið, har tað eyðnaðist teimum at útvega 46.ooo.,- kr. Okkum kunnugt er hetta tól framvegis í nýtslu. Sama árið (1956) var farið undir at virka fyri at fáa Mettustovu setta í stand. Hetta arbeiði vardi til 1961. Malla Samuelsen fór undir at gera húsarhaldsskúla heima hjá sær sjálvum, og Bergljót av Skarði fór undir vevskúla.
LEIKUR OG SPØL
Fyrst í 60-unum var skipað fyri innsavning av gomlum leikum 100 ár aftur í tíðina - einki yngri enn frá 1940. Henda framsýning var hildin á Ólavsøku, har 2200 fólk vitjaðu. Fongur var í Kvinnufelagnum. Mong onnur feløg bjóðaðu teimum at verða við hjá sær, so tær kundu útinna nakað, - eitt nú peningagáva til Havnar Bjargingarfelag til tess at keypa froskmannaútgerð til Tórshavnar Havn.
Kvinnufelagið gjørdi eisini frá byrjan sítt til, at heimahjálpin var sett á stovn.
Tá Kvinnufelagið var 25 ár nevnitr táverandi forkvinna Inga Mortensen (1977), at hon vónar , at felagið nú fer at vera ført fyri "at hjálpa konufólkunum fram og upp javnbjóðis mannfólkunum." Eftir øllu at døma byrjar javnstøðustríðið um hetta mundið.
KVINNUFYLKINGIN
Hetta var eisini árið, tá Kvinnufylkingin fór til verka. Í 1978-79 virkaðu tær saman við Kvinnufelagnum í stríðnum at fáa kvinnuligan kommunulækna í Havn. Nakrar av hesum kvinnum fóru seinni uppí Kvinnufelagið og mynda hetta felag í dag. Virkað hevur verið fyri javnstøðulóg, kvinnulistum til kommunuval - eins og tað eisini var roynt í 50-unum. Kampanjur hava eisiini verið til løgtigsval, at fáa kvinnur at velja kvinnur. Stórt tak var tað at skipa fyri Smyrlaferðini til Oslo í 1988, tá 160 føroyskar kvinnur fóru á norðurlendska kvinnuráðstevnu. Limir úr Kvinnufelagnum hava verið á flestøllum kvinnuráðstevnum bæði hjá ST og Norðurlandaráðnum Tað er eisini Kvinnufelagið, ið tók stig til at stovna Kvinnuhúsfelagið við kreppumiðstøðini (kvinnuhúsinum) fyri eyga. Eins og Kvinnufelagið alt frá byurjanini í 1979 hevur strongt á at fáa eina javnstøðulóg og eina javnstøðu nevnd, sum í dag m.a. virkar fyri at fáa fleri kvinnur uppí landspolitikk .
SKEIÐVIRKSEMI
Skeiðvirksemi og fundir hava eyðkent Kvinnufelagið, sum ofta hevur sett ljóskastaran á týðningarmiklar samfelagsspurningar og kvinnupolitiskar spurningar, áðrenn onnur varnaðist teir.
Aftaná forkvinnuna hevði Helma Frýdal av Velbastað orðið. Hon hevði verið við, tá felagið var stovnað í Havnar Klubba. Hon segði frá, at hølið, ið umbiðið varð (Kongasalurin) var ov lítil, og tí máttu tær hava eitt rúm aftrat.
Hugaligt og hugfarsligt var at hitta hesar konur, onkur hevur verið við øll 50 árini. Og áðrenn farið var til hús var kunngjørt, at yngru kreftirnar í Mettustovu fara at skipa fyri:
GRØNARI Mettu í Mettustovu.
Eina ferð um mánaðin fyribils í 3 mánaðar verður gjørligt at eta grønt ( vistfrøðiligt) í Mettustovu. Fyrstu ferð komandi fríggjakvøld. Kostnaður er 50 kr.
Karin Kjølbro
Argir, hin 15. apríl 2002