Samfelagsligar avbjóðingar fyri framman

Á aðalfundi í apríl løgdu Almanna- og heilsurøktarafelagið og Føroya Psykiatrifelag saman í eitt felag. Felagið eitur nú Heilsurøktarafelagið og hevur umleið 350 limir.

Í nývaldu nevndini sita: Majbritt Mohr, forkvinna, Kerstin Laksáfoss, næstforkvinna, Gunvør Sigurðsson, Jóhanna Henriksen og Sveinbjørn Olsen nevndarlimir. Tiltakslimir eru Anna-Britt Eið og Sunrid Berg.

- Nevndin í Heilsurøktarafelagnum hevur havt sín fyrsta fund og má staðfesta, at vit hava nógvar samfelagsligar avbjóðingar fyri framman, sigur felagið í tíðindakrivi.

Heilsurøktarafelagið vil millum annað arbeiða fyri, at føroyska samfelagið hevur ein vælskipaðan arbeiðsmarknað, har eisini heilsurøktarar hava sítt pláss og virka við sínum førleikum, soleiðis at alt teirra tilfeingi verður brúkt til fulnar.

Feløgini høvdu undan samanleggingini skipað fyri eini búmerkjakapping. Á aðalfundinum varð nýggja búmerkið avdúkað, og vinnarauppskotið átti Marita Sivertsen úr Klaksvík.