Borgarstjórin í Klaksvík, Gunvá við Keldu, er sera misnøgd við sparingar hjá Akstovuni, sum føra til, at Aktstovan skerjir sítt virksemi í Klaksvík
- Sum kunnugt fer samfelag okkara í hesum tíðum ígjøgnum baldrutar fíggjarligar umstøður, sum vit øll eru undirløgd, har fólk við ábyrgd innan eitt nú almennar og kommunalar stovnar mugu taka neyðug atlit og fara væl um pening skattgjaldarans. Tískil er av alstórum týdningi, at mannagongdirnar verða tillagaðar broyttu viðurskiftunum í øllum løgum í samfelagnum, sigur Gunvá við Keldu í brævi, sum hon hevur sent stjóranum á Aktstovuni, Jákupi Jacobsen.
Hon vísir til, at í frágreiðing í miðlunum nú um dagarnar boðar Akstovan frá neyðugum sparingum, og »at hetta rakar hart tær tænastur, sum stovnurin hevur veitt kring landið«.
Gunvá við Keldu er als ikki samd um fyritreytina fyri ætlaðu sparingunum. Hon vísri á, at ætlaða sparingin merkir fyri vinnufyritøkur í Klaksvíkarøkinum, at hvør einstakur størri lastbilur og akfar nú noyðist at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin, fyri gjald, og síðan umleið 150 km aftur og fram. Bilførarin skal hava løn fyri eykaarbeiði, fyritøkan missur inntøkur, samstundis sum hetta merkir økt slit og størri ferðsluvanda á vegum landsins.
- Tað er møguliga, isolerað, ein sparing fyri Akstovuna at fremja nevndu, ætlaðu broyting, men samfelagsliga er hetta ein fíggjarligur smeitur fyri tær vinnufyritøkur, ið verða raktar, sigur hon.
Tað er avgerandi neyðugt, at Akstovan ikki dregur allar tænastur til sín, men heldur leggur doyin á júst tað øvugta: at røkka enn longur og enn betur út til sínar brúkarar í okkara væl útbygda samfelag, sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík.









