Tað gjørdist væl dámt og varð nógv vitjað. Og so slóknaði tað.
Kjakforumið hjá Faroenet fekk ein bráðan enda, tá fyritøkan knappliga skifti servara, og ikki hevði áhuga í at hava kjakforumið liggjandi á nýggja servaranum.
Men eftir at nógv fólk hava heitt á Faroenet um at taka kjakforumið uppaftur, er tað nú aftur at finna á netinum.
Fyribils er tað gamla skipanin, sum er komin aftur, men arbeitt verður við at gera eina nýggja skipan til kjakforumið.
Halda ein standard
Málið hjá Faroenet er at fáa nógvar vitjanir og eitt gott kjak í gongd. Og hesi bæði málini ganga so at siga hond í hond, sambært Faroenet.
- Alt tvætl og fjas verður slettað, og sama er galdandi fyri persónliga útspilling. Tað er neyðugt at hava ein ávísan sensur, tí megna vit ikki at halda ein rímiligan standard, so er vandi fyri, at kjakið druknar í óseriøsum tvætli, og tá er tað einki vert, sigur Jens Pauli Rasmussen frá Faroenet og samanber tað við ein náttklubba.
- Loyvir tú einum vánaligum klientelli inn, so missir tú per definitión teir góðu kundarnar. So skulu vit hava nógvar vitjanir, má kjakið vera gott.
Dulnevnd innlegg
Á Faroenet hava tey valt at loyva dulnevndum innleggum í kjakið. Men fólk skulu gera sær greitt, at um eitt innlegg er undirskrivað við dulnevni, so ber ikki til at leggja eftir navngivnum persónum.
- Tey dulnevndu innleggini fáa styttri teymar enn tey navnnevndu. Tá fólk skriva egið navn undir, so halda vit, at vit kunnu loyva okkum at hava tey standandi - eisini um tey eru eitt sindur kontroversiell. Men har eru sjálvsagt eisini mørk fyri, hvat tey navnnevndu kunnu loyva sær, sigur Jens Pauli Rasmussen.
Kjakið á Faroenet Forum er "live". Við øðrum orðum fer eitt innlegg beint inn á kjaksíðuna, tá tað verður sent frá høvundanum. Tað skal ikki til góðkenningar fyrst.
- Vit hava valt at gera tað til eitt beinleiðis kjak, fyri at fáa tað meira livandi. Hini síggja beinanvegin hvat onkur annar hevur skrivað, og kunnu tískil eisini svara umgangandi. Men vit eru sjálvir inni á foruminum frá morgni til myrkurs so at siga, og tí verða innlegg skjótt sensorerað, um tey ikki líka krøvini fyri seriøsiteti og virðing fyri persónum.
Varð væl vitjað
Tá kjakið hjá Faroenet gavst at virka á sinni, hevði tað eini 1.000 sokallað "hit" um samdøgrið. Her skal takast við í metingina, at fyri hálvumøðrum ári síðan høvdu væl færri føroyingar atgongd til internetið, og tískil var talan um eina rættiliga væl vitjaða tænastu.
Spurdur um hví kjakið gjørdist so væl umtókt, sigur Jens Pauli:
- Orsøkin man helst vera, at kjakevnini eru so mong, at tað slepst næstan ikki undan, at okkurt er fyri einhvønn áhuga. Og tá kjakast verður um okkurt, ið viðkemur einum, verður ein mestsum drigin til at vitja staðið aftur og hyggja, hvat er komið burturúr - hvat nú er vorðið sagt, og um onkur hevur svarað upp á tað innleggið, sum ein sjálvur hevur skrivað.
Hann metir, at tey vitjandi eru í øllum aldursbólkum - eisini teimum yngru, men at innleggini helst ikki verða skrivað av fólki, ið eru yngri enn18 ára aldur.
Tingmenn fylgja við
Men hvat hjálpir tað so at sita og kjakast á internetinum? Ikki einki, sambært Jens Paula Rasmussen, ið nevnir dømi um tingmenn, sum hvønn dag vóru inni á kjakforuminum - ikki fyri at kjakast, men fyri at fylgja við í hvat fólk halda um tey politisku málini, ið eru frammi.
- Ein av teimum áheitanunum, ið vit hava fingið um at lata kjakforumið uppaftur, kom frá einum tingmanni. Tað helt eg vera nokkso stuttligt, sigur Jens Pauli Rasmussen frá Faroenet.
Kjakforumið hjá liggur á adressuni www.faroenet.foe;i gjørdist meira frígjørdir í framrættaða spælinum. Annar møguleiki hevði verið, at sett Jón Róa inn fyri ein miðvallara, so HB seinastu løtuna leikti við trimum áleyparum.
Nú er altíð lætt at vera eftirklókur, men tað er nú einaferð soleiðis, at tá spælt verður í eini steypafinalu, so mást tú satsa, um tú ert aftan fyri. At tapa við einum ella tveimum málum er so fullkomulia líkamikið.
GÍ var betri
Øll henda skrivingin um, hvat HB gjørdi rætt ella skeivt, skal tó á ongan hátt skiljast sum ein niðurgering av avrikinum hjá GÍ.
Leikararnir sýndui, at hóast teir ikki spæla sama ágangandi fótbólt, sum teir fyrr hava gjørt, so vita teir framvegis hvat skal til.
Í flestum lutum vóru teir tað lítla pettið hvassari enn mótstøðumenninir, og yvirhøvur spældur teir skilabetri. Vóru umstøður til at spæla róliga niðaneftir, so varð hetta gjørt. Skuldi bólturin bara vekk, so varð hetta gjørt. Ja, yvirhøvur høvdu teir tamarhald á dystinum teir allarflestu av teimum 90 minuttunum, sum vórðu leiktir.
»GÍ er nakað heilt fyri seg« varð sungið eftir dystin, og hesum kunnu vit bara geva fegnu viðhaldsfólkunum rætt í. Liðið, sum hevur myndað toppin av føroyskum fótbólti var av mongum avskrivað, tá vit komu út í juni mánað, og hóast teir neyvan verða føroyameistarar, so hava teir enn einaferð víst, at undrið í Gøtu langt ífrá er liðugt.
Finala um løgmanssteypið
HB-GÍ 0-1 (0-1)
0-1: Óli Hansen
Reytt kort: Helgi L. Petersen, GÍ
Dómari: Suni Johansen
HB:
Báråur Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum
GÍ:
Sunnvard Joensen ? Pól Ennigarð, Bartal Eliasen, Martin Thomsen ? Leivur Hansen, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Helgi L. Petersen, Henning Jarnskor ? Óli Hansen, Súni Olsenm