Samfelagsfundir síðani 1923

At hava samfelagsfundir er ikki nýtt fyribrigdi. Síðani á jólum 1923 hava fundir verið og tann fyrsti var í Klaksvík. Í hvítusunnustevnuni í ár vóru eini 1700 fólk savnað í høllini í Klaksvík

Í eini 76 ár hava samfelagsfundir verið í Føroyum. Tann fyrsti var í Klaksvík á jólum í 1923. Síðani hava samfelagsfundir verið ymsastaðir í Føroyum, men Klaksvíkin og Vágur hava aðru hvørja hvítusunnu havt samfelagsmøti, hvítusunnustevnu.

- Í november eru vanliga fundir í Havn. Á páskum eru tað Kambsdalur og Runavíkin, ið skiftast. Eisini í Suðuroynni skiftast Hvalba og Tvøroyri um at hava samfelagsfundir, sigur Jógvan við Keldu.tini á hvítusunnu í Betesda, ið tá var minni, enn tað er í dag. Í fimtiárunum var ein bygningur bygdur eystur úr Betesda. Vindeyguni tók ein úr og so sást innar. Í 1961 varð Betesda útbygt, og fóru møtini fram har. Seinast í sekstiárunum kom ítróttarhøllin og síðani 1969 hava samfelagsmøtini verið í høllini, sigur Jógvan við Keldu, ið metir, at eini 1500 - 1700 fólk vóru í høllini í ár á hvítusunnu.

Jógvan við Keldu sigur, at kórið hevur onkutíð verið størri enn í ár. Kanska eini 120 - 130 fólk, men í ár mundi kórið telja eini 100 sangarar.

Møtini eru ikki tilrættarløgd sum soleiðis. Einki ávíst tema er, men heitt verður á talarar nakrar vikur áðrenn møtini, so teir fáa tíð at hugsa seg um, og teir kunnu tala um tað, ið liggur teimum á hjarta. Boðskapurin fevnir víða, men skriftin er grundarlag.

- Men eg haldi tað var1993, tá vóru 13 útsendir trúboðarar úr Betesda heima. Tá var tema, ið kallaðist trúbðanarvirksemi, sigur Jógvan við Keldu, ið annars ikki minnst, at ávíst evni hevur verið á samfelagsfundum.