Samfelagsfrøðingur roknar við nývali

Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, roknar við, at longu í apríl í ár, kann roknast við nývali Um ein mánað skulu rammurnar til fíggjarlógina verða klárar og í komandi viku er seinasti framløgudagur, men Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, roknar heldur við, at eitt val verður, enn at tað fer at eydnast at fáa rammurnar til fíggjarlógina 2011 áðrenn 1. apríl, sum nýggja játtanarskipanin leggur upp til.

- Tað kann gott henda, at tú fært eitt val, tá tað nærkast 1. apríl. Tá vit síggja, at tað ikki hevur borið til at fingið alla fylgjulóggávuna upp á pláss, og tað kemur líka nógv av, at tað er ein sovorin valfjáltur á allan vegin ígjøgnum. So tú kann væl hugsa tær, at tá samgongan konstaterar, at tað ikki fer at bera til at fáa lóggávuna ígjøgnum, og serstakliga ikki nú, tá valbalónirnar fara til himmals og flokkarnir hava hug at grava seg niður, so er einasti máti at koma um hesa gáttina, at alt skal vera komið upp á pláss við eini frágreiðing, at tú kemur um tað við einum vali og tú fært partarnar úr skotgrøvunum aftur, uttan at teir óttast eitt val, segði Jógvan Mørkøre við Rás2 á middegi.

Hann sigur somuleiðis, at møguleiki er fyri, at løgmaður gevst við hesi samgonguni og kemur við nývali, men tað kann eisini væl hugsast, at sama samgonga verður eftir valið.