Samfelagsdagar í Odense

Aftur í ár verður skipað fyri sokallaðum samfelagsdøgum í Odense, sum byrja leygardagin 1. mars

Teir báðir dagarnir millum útisetar fara fram á Kratholmskolen, Byghøjvej 27 í Odense. Evnið er: ?Á fund við Jesus?.

 

Leygardagin verða tveir fundir, og um kvøldið verður tónleikacafé.

 

Hetta er 5. árið, at skipað verður fyri hesum, og í fjør vóru yvir 80, sum stukku inn á gólvið annan dagin ella luttóku báðar dagarnar, sigur ein av fyrireikarunum, Árni Helmsdal.