Nevndin í SamFelagnum hevur skipað seg av nýggjum eftir aðalfundin í apríl. Gestur Hovgaard hevur tikið við sum formaður, og Elin Debes er næstforkvinna. Erika Anne Hayfield, sum hevur verið forkvinna, stillaði ikki uppaftur, men verður framvegis knýtt at virkseminum hjá felagnum.
60 limir eru í felagnum hjá føroyskum samfelagsfrøðingum, nú eitt ár eftir stovnandi aðalfundin. Felagið hevur seinasta árið gjørt eitt yvirlit yvir samfelagsfrøðingar á samfelagid.fo og hevur skipað fyri ymsum fakligum tiltøkum fyri limir.
Endamálið hjá SamFelagnum er at virka fyri fakligum íkasti til samfelagskjakið og styrkja ávirkanina hjá samfelagsvísindaligum arbeiði. SamFelagið verður í ár eisini við til at seta fokus á bæði politisku valini í Føroyum. Endamálið verður at lýsa og greina fólkatingsvalið og løgtingsvalið úr einum samfelagsfrøðiligum sjónarhorni. Felagið hevur eisini sett sær fyri at skipa fyri sínum fyrsta almenna tiltaki, umframt einum fakligum temadegi.










