Samfelagið má seta krøv og treytir til marknarkreftirnar. Tað segði Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálráðharri, á Noðurlandaráðsfundi í dag Marknaðarkreftirnar kunnu ikki fáa frítt spæl, tí so gongur galið. Tað vísir fíggjarkreppan, sum herjar kring heimin í hesum døgum.
Hetta segði Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður við fíggjarmálum, á norðurlandaráðsfundi í Helsinki í morgun.
Jóannes Eidesgaard segði, at stóru og reindyrkaðu politisku hugsjónirnar hava spælt fallit - bæði kommunisman og kapitalisman.
- Vit skulu ikki frásiga okkum marknaðarbúskapin, og staturin skal ikki eiga alt. Men samfelagið má seta krøv og mørk, segði Jóannes Eidesgaard.
- Eg eri sannførdur um, at ein og hvør marknaðarbúskapur má supplerast við vælferðarskipanum fyri at rigga til fulnar, og einki vælferðarsamfelag kann í longdini virka, uttan at samfelagið verður trimmað av krøvunum frá kappingini á altjóða marknaðinum, segði fíggjarmálráðharrin.