Eftir áheitan um at stilla upp havi eg játtað. Eg vil skriva 10 stutt innlegg, sum siga hvat eg standi fyri.
Politikkur handlar um hvussu vit skulu liva í hesum samfelag og hvussu vit skulu skipa tað. Hetta hevur nakað við virðir og fatanir at gera. Her vil eg, at samfelagið er so rúmligt, samhaldsfast og opið sum til ber, og at tað eru teir breiðastu herarnar, sum bera tær tyngstu byrðarnar.
Politikkur handlar um vinnulív, mentan, heilsuverk, skúlaverk, almannaverk og mangt annað. Hetta er so mikið krevjandi, at eg vil geva hesi lyfti um eg verði valdur:
At passa tingarbeiðið væl og virðiliga.
Ongar clearings avtalur.
Atkvøði JA/NEI – ikki blankt.
Fari í farloyvi/reduseri ella sigi mítt borgarliga starv frá mær.
Vit renna inn á ting
So javnt millum føroyingar Føroyar.