Vit, sum sita á síðulinjuni, hava ferð eftir ferð gjørt vart við, at soleiðis er veruleikin bara ikki.
Vanliga verður eitt samfelag gjørt upp eftir, hvussu tey veikastu hava tað, tað vil siga børnini og tey gomlu.
Og ikki nýtist einum langa tíð til at sláa fast, at á tí økinum eru Føroyar at líkna við mest afturkomnu londini í heiminum.
Hóast stóran búskaparligan framburð, so hevur samgongan ikki fingið eitt einasta røktarheims- ella umlættingarpláss aftrat.
Og barnaansingina slapp samgongan sær av við, og legði málið til kommunurnar at loysa.
Samstundis hevur samgongan sett íløguloft í gildi fyri kommunurnar.
So hóast kommunurnar kundu hugsað sær at loyst barnaansingartørvin, sum er størstur í Suðurstreymoy, so gevur samgongan ikki loyvi til tað.
Hyggja vit eitt sindur longur fram í tíðina, so eri eg ikki í iva um, at tað verður ein torfør uppgáva hjá kommununum at loysa barnaansingartørvin, um bert kommunan og foreldrini skulu gjalda.
Tað næsta, sum samgongan fer at áleggja kommununum at loysa, er eldraøkið. Har er ein sera stórur tørvur, og hóast kommunurnar eru meira hugaðar at loysa tørvin enn landið tykist at vera, so forar íløguloftið eisini fyri tí.
Tað, sum er so ómetaliga trist at síggja, er, at samgongan í øll hesi 4 árini, bert hevur havt eittans endamál, og tað er fullveldi. So gott sum øll onnur mál liggja á láni, og bíða eftir einari nýggjari samgongu.
Vónandi tekur veljarin sær um reiggj á løgtingsvalinum, so aðrar kreftir koma framat. Kreftir sum hugsa um samfelagið og trivnaðin hjá øllum borgarm.
Vit í Sambandsflokkinum eru í øllum førum til reiðar at stjórna landinum - til frama fyri øll.










