Brugduboringin
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Vegamótini í føroysku oljutilgondini hava verið mong seinastu árini. Og enn eitt týðandi vegamót var hendingin í Jarðfeingi, sum er føroyska oljufyrisitingin, mikudagin 15. mars. Tá lótu umboð fyri Statoil-samtakið, ið bora skal á landgrunninum í summar, inn endaligu umsóknina við hópi av skjølum, sum fyltu upp í fleiri erskjur. Sambart oljulóggávuni skulu oljufeløg, sum ætla at bora á landgrunninum, lata inn umsókn í seinasta lagi tríggjar mánaðir, áðrenn borurin ætlandi skal setast í undirgrundina. Og ætlanin er at seta borin í Brugduna, sum økið borað verður til eitur, um tann 15. juli.
Tað var Rúni Hansen, stjóri á Statoil Exploration Faroes, sum saman við fleiri av sínum fólkum handaði Sigurði í Jákupsstovu, stjóra á Jarðfeingi, umsóknina. Og tað er einki yvir at dylja, at tað vóru tveir fegnir stjórar, sum tóku í hondina á hvørjum øðrum henda søguliga dag. Hóast tað hevur verið sera sera trupult at fáa fatur í boripalli, so hava tey hjá Statoil gjørt sær stóran ómak fyri at ganga ynskinum hjá føroysku oljumyndugleikunum á møti, eitt ynski um at borað verður í ár, soleiðis at steðgurin í borivirkseminum ikki gerst alt ov drúgvur. Hetta sær nú loksins út til at fara at eydnast.
Spentir
Tað er eisini ein glaður Sigurð í Jákupssstovu, sum úttalar seg til Vinnusíðurnar í Sosialinum aftaná hesa hending. Vit eru sera spent undan júst hesi boring, tí hon verður inni á basaltinum. Nú verður so farið at hyggja nærri at umsóknini og til tess hava vit nógv góð fólk í húsinum og ráðgevar uttanfyri eisini.
Tað, sum umræður, er at fáa eina boring, sum lýkur øll krøv. Tað skulu so fólkini hjá Jarðfeingi og fyristøðufelagnum Statoil vera við til at tryggja. Sjálvur ivast Sigurð í Jákupssstovu ikki í, at talan er um eina væl úr hondum greidda umsókn, men tað er so teirra uppgávu at fyrihalda seg til hana og tryggja, at hon gongur mongu krøvunum til heilsu, trygd, umhvørvi og onnur viðurskifti á møti. Alt skal vera 100% í lagi og eftir bókini, áðrenn borurin verður settur í.
Meiri kunnleika
Hetta verður so fyrstu ferð, at tað verður borað so langt inni á landgrunninum og á basaltinum. Tað er so ein eyka avbjóðing. Stjórin á Jarðfeingi sigur víðari, at komandi boring fer vónandi at geva okkum nógv meiri kunnleika til, hvat er undir basaltinum. Hetta er so fyrstu ferð nakrantíð, at tann møguleikin verður kannaður, og nettupp tí kann brunnurin fáa stóran týdning fyri framtíðar leiting á føroyaøkinum sum heild.
Tað er tí heldur einki at ivast í, at umheimurin, bæði tey oljufeløg, sum fylgja gongdini á Føroyaøkinum og tey, sum arbeiða við at loysa basaltspurninginum sum heild, hava stóran áhuga í júst hesi boringini.
Tað er greitt, at nú umsókn er latin inn til at bora í summar, so setir hetta eisini nógvar ringar í vatnið. Oljufeløgini hava bundið seg til at brúka føroyskar vørur og tænastur í tann mun tær eru kappingarførar og síðani eru eisini krøv til føroyskan keikant og flogvøll. Í hesum sambandi fer tí at vera nógv virksemi bæði í Runavík og í Vágum komandi hálva árið.
Ikki knald eller fald
Vit spurdu um komandi boringin kann merkja knald eller fald fyri føroyska oljuleiting!
-Tað haldi eg ikki man kann siga. Vit uppliva sjálvandi somu gongdina, har fólk hava ovurstórar vónir til tað, sum fer at henda, og svara úrslitini ikki til hesar vónir, so verða tey skuffað. Men í mínum hugaheimi er tað greitt, at henda boringin verður ein succes, um vit bara klára at bora gjøgnum basaltið og fáa upplýsingar um, hvat liggur undir basaltinum. Tað hjálpir okkum at koma víðari. Vit skulu so heldur ikki gloyma, at júst í hesum sambandinum tosa vit bara um eitt prospekt, eitt øki, har mett verður at olja finst. Vit hava mong onnur prospekt á landgrunninum, har vónir eru til at finna olju, og tí er ikki rætt at siga, at úrslitið av hesi boringini er altavgerandi fyri framtíðina. Sigurð í Jákupsstovu heldur tí, at vit øll eiga at ansa eftir ikki at skrúva vónirnar alt ov nógv upp men heldur síggja hesa komandi boringina sum ein part av eini framtíðar tilgongd.
Tað verður so eisini boraður ein annar brunnur inni á basaltinum í 2007. Tá er tað oljurisin BP, sum stendur fyri boringini.










