Sameiningarkorruptión?

   

Brynhild Thomsen, journalistur, hevði áhugaverda skriving í Fregnir nr. 14 um korruptión.
"Tað eru bert 10 ár síðani, at Føroyar sum eindømi í demokratiska heiminum fóru á húsagang. Høvuðsorsøkirnar vóru skitnar politiskar skipanir og mannagongdir?" og víðari: "?føroyska samfelagið framvegis er sjúkt og plágað av sóttini."
Er hetta tað, sum hendir í sameiningarnevndini fyri kommunurnar í Sundalagnum?
Er tað so, at vitan er misnýtt "?til egnan fyrimuns ella fyrimuns fyri onkur ávís, meðan atlitið til borgararnar sum heild verður gloymt"?
Er talan um "rossahandlar og lógarsvans"?
"Er politiska skipanin ikki gjøgnumskygd allan vegin, so er lítil ivi um, at korruptión fer fram." Soleiðis stendur eisini í greinini!
Er talan um lótir?
Er talan um nepotismu og framíhjárættindi? ?Tað er eisini eitt slag av korruptión, og avleiðingarnar fyri samfelagið eru teir somu oyðileggjandi."
"Um politikararnir halda, at teir eru valdir bert fyri at røkja áhugamálini hjá sínum floksfeløgum, so er talan púra greitt um korruptión."
Tveir av høvuðspersónunum í sameiningarmálinum eru garvaðir fólkafloksmenn og sýnast vilja gera alt, sum stendur í teirra makt, fyri at tekkjast ætlanunum hjá fólkaflokslandsstýrinum, og á tann hátt slóða fyri skjótari kommunusameining.
Er tað korruptión?
Er talan um kleptokratar?
?...tí slíkir stjala frá sínum egna fólki og lata til tey fáu útvaldu."
?Samanumtikið hava føroyingar alt at vinna við eirindaleyst at krevja góðan stjórnarsið."
Kunnu vit ikki krevja tað sama av okkara bygdaráðum?
Hví sýnist tað, sum sameiningarnevndin arbeiðir við duldari dagsskrá?
Er korruptión ein trupulleiki teimum 6 sameiningarkommununum?
- Livst so spyrst!