Keypmannahavn: Tað var ein søgulig løta seinnapartin leygardagin, tá dómarin Michael Johansen um eitttíðina bríkslaði Viasatdystin millum FC Amager og Lyngby í gongd í Sundby Idrætspark. Og hálvanannan tíma seinni stóð greitt, at uppaftur meira søga var skrivað á Amager henda dagin.
Í sjálvum sær vóru teir 1.818 áskoðararnir vitni til eina søguliga hending, tí hetta var fyrstu ferð, at samanlagda felagið á Amager spældi ein dyst undir nýggja navninum FC Amager, sum er ítøkiliga samanleggingin av Fremad Amager, Kastrup Boldklub, Dragør Boldklub og Kløvermarken FB.
Harnæst skrivaði FC Amager so eisini søgu við at vinna ein sannførandi 4-2 sigur á Lyngby, ið nú hevur fyrrverandi føroyska landsliðsvenjaran, Henrik Larsen, sum venjara. Og úrslitið er ikki minst hugvekjandi, tí FC Amager er uppflytari úr 2. deild og Lyngby niðurflytari úr Superliguni.
– Hetta var ein øgiliga góð byrjan hjá okkum at fáa, tí vit hava jú sett okkum fyri at byggja víðari á tað bjartskygni, sum hevur verið í sambandi við samanleggingina og uppflytingina. Vit hava arbeitt nógv við at fáa kollektivið at virka, og tað sá so út til geva úrslit beinanvegin, sigur Todi Jónsson, sum týðiliga var fegin um, hvussu dysturin háttaði seg.
Ein klassa betri
Longu frá fyrstu løtu var FC Amager ágangandi og skapti ítøkiligar møguleikar, meðan Lyngby ikki tóktist vera heilt so væl fyri. Serliga var tað í verjupartinum, at tað skinklaði hjá gestunum, og sera væl lá fyri hjá FC Amager at gera sær dælt av tí í fyrra hálvleiki, tá liðið fekk síni fýra mál.
Besti spælarin hjá FC Amager leygardagin, Anders Jochumsen, ið sjálvur hevur eina fortíð sum Lyngby-spælari, byrjaði málveitsluna í fyrra hálvleiki, tá bara 11 minuttir vóru farnir. Síðani yvirtók ein av nýggju monnunum, Søren Nielsen, og skoraði tvær ferðir innan fyri eitt korter, og stutt fyri hálvleik gjørdi Jochumsen tað til 4-0, sum eisini gjørdist fult uppiborna hálvleiksleiðslan.
Í veruleikanum kundi staðið uppaftur verri til hjá Henrik Larsen og Lyngby, tí FC Amager hevði fleiri aðrar góðar málmøguleikar, ið saktans kundu givið eina hálvleiksleiðslu, ið var bæði tvey og trý mál størri. Mestsum allan fyrra hálvleik var FC Amager ein klassa oman fyri Lyngby í spæli.
At allar súður ikki vóru syftar, kom tó til sjóndar Lyngby sjey minuttir inn í seinna hálvleik fekk minkað um munin við einum heldur bíligum brotssparki, sum Mikkel Beckmann setti í netið, men FC Amager vardi væl, og tá sami Beckmann minkaði til 4-2, vóru bara fimm minuttir eftir, og tá var ov seint hjá Lyngby at gera nakað, ið kundi venda nøkrum sum helst.
Todi fegin og errin
Eftir dystin var Todi Jónsson ovurfegin og errin av avrikinum, FC Amager hevði framt, tí hetta var ein sigur, ið kann koma at fáa sera stóra týdning fyri nýggja liðið á Amager, ið av mongum verður spátt sum eitt av liðunum, ið kemur at stríðast fyri at yvirliva í næstbestu donsku deildini.
– FC Amager var so nógv betri í fyrra hálvleiki, og vit kundu saktans verið á odda bæði 6-0 og 7-0, um alt hevði farið inn hjá okkum, sum líktist stórum málkjansum. Tá so Lyngby fekk brotsspark tíðliga í seinna hálvleiki, ráddi bara um at ansa sær, tí nú var væntandi, at Lyngby fór at trýsta meira, helt FC Amager-stjórin, tá hann tók samanum.
– Men liðið vardi væl og syrgdi fyri, at sigurin ongantíð kom í vanda. Eftir tað, sum eg sá í hesum fyrsta dystinum, havi eg góðar vónir um kappingarárið hjá okkum. Bæði spælið og úrslitið var betri, enn eg hevði væntað frammanundan, og eg eri sannførdur um, at vit fara at fáa nóg mikið av stigum til, at vit yvirliva hetta kappingarárið í Viasatdeildini.
Todi Jónsson sigur, at málið í ár er at stabilisera seg í deildini, og at hann ikki sær nakra orsøk til annað enn at halda fast um yvirskipaða málið, sum er, at FC Amager um fýra ár skal vera partur av Superliguni og eisini vera eitt av donsku liðunum, sum vinnur sær pláss í europeisku kappingunum.
Samanleggingin riggar
Nú FC Amager av álvara er farið av bakkastokki, er talan um eina spennandi verkætlan, ið skal fáa allar »amagerkanarar« at standa saman um felagið. Tey fýra feløgini, sum leggja rygg til samtakið, røkka tvørtur um tríggjar kommunur, og á Amager er eitt bakland við 300.000 fólkum, sum eigur at vera ført fyri at halda eitt slíkt felag koyrandi millum tey fremstu í Danmark.
– Um vit bara hyggja at farna kappingarári, so vóru trý feløg á Amager í 2. deild, harav tvey fluttu niður. Og tá øll hesi feløgini skulu kappast um somu sponsorar, ungdómsspælarar og annað, so verður ikki so nógv í part, at nakað av teimum klárar at gera seg galdandi, sigur Todi Jónsson.
– Eg haldi meg síggja á lagnum, at hesin veruleiki er gingin upp fyri nógvum á Amager, og at tað eisini er ein orsøk til, at alsamt fleiri vilja standa saman um FC Amager. Fáa vit savnað allar góðar kreftir, eri eg sera bjartskygdur um framtíðina hjá felagnum, ið vit eru í ferð við at byggja upp.
Í hesum sambandi nevnir Todi, at tað kanska ikki var so galið, at liðið flutti niður í fjør, tí tað hevur givið møguleika fyri at bygt nakað upp við nýggjari manning, og at stórur áhugi tí var fyri felagnum síðsta kappingarár, tá liðið mestsum alla tíðina var á odda í næstbestu deildini og vann dystir.
At so byrjanin hetta kappingarárið gjørdist so góð, sum hon var tað leygardagin, ger tað bara enn stuttligari hjá Toda Jónsson at sita í stjórastólinum í FC Amager.
Henrik var vónbrotin
Eitt skifti á føroyska landsliðnum var Henrik Larsen venjari hjá Toda Jónsson. Hesir spældu eisini saman í síni tíð í bæði Lyngby og FC Keypmannahavn. Men hóast tað, so var tað ikki løgið hjá fyrrverandi føroyska landsliðsvenjaranum at tapa ímóti Toda.
- Nei, tað hugsaði eg ikki um. Eg hugsi bara um mítt og Lyngby. Tað hevði ikki verið meira løgið, um mótstøðuliðið var eitt annað, staðfestir Henrik Larsen.
Mett út frá dystinum á Sundby Idrætspark, hvussu metir tú so framtíðina hjá FC Amager verða?
- Tað sær í øllum førum ljóst út. Samansetingin av teimum royndu og yngru leikarunum riggar væl. Eg eri sannførdur um, at teir ikki fara at stríðast í botninum í hesum kappingarárinum. Tað verður neyvan nú, at teir verða í heiðursmerkjastríðnum, men teir fara at liggja har um, sigur Henrik Larsen, sum skal royna at vinna Lyngby aftur í bestu donsku deildina.