Millum reiðaríini, sum eru givin at sigla í Reyða Havinum, er danska reiðaríið, Mærsk, sum er eitt av heimsins størstu innan bingjuflutning. Herfyri mundi ein rakett rakt eitt av skipunum hjá Mærsk.

Sameind lond umhugsa tiltøk í Reyða Havinum

Tað sigur danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen.

Millum reiðaríini, sum eru givin at sigla í Reyða Havinum, er danska reiðaríið, Mærsk, sum er eitt av heimsins størstu innan bingjuflutning. Herfyri mundi ein rakett rakt eitt av skipunum hjá Mærsk.

Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, sigur, at Danmark saman við øðrum sameindum londum umhugsar at seta í verk tiltøk, sum kunnu verja skipaferðsluna í Reyða Havinum.

 

Millum reiðaríini, sum eru givin at sigla um hesar leiðir, er danska reiðaríið, Mærsk, sum er eitt av heimsins størstu innan bingjuflutning.

 

- Trygdin í Reyða Havinum við framhaldandi álopum á sivila skipaferðslu er ógvuliga órógvandi og slett ikki haldbar, siga tey á ráðharraskrivstovuni hjá Lars Løkke Rasmussen.

 

Lagt verður aftrat, at álopini hótta sjófólkið, trygdina á havinum og altjóða handil.

 

- Saman við sameindum og londum, sum vilja standa saman við okkum, umhugsa vit nú at seta í verk tiltøk, sum kunnu bøta um trygdina hjá okkara sjófólki um hesar leiðir.

 

Á ráðharraskrivstovuni hjá Lars Løkke Rasmussen siga tey, at Danmark nú umhugsar, hvussu landið best kann luttaka í møguligum tiltøkum í Reyða Havinum.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í kvøld.

 

 

 

Millum reiðaríini, sum eru givin at sigla í Reyða Havinum, er danska reiðaríið, Mærsk, sum er eitt av heimsins størstu innan bingjuflutning. Herfyri mundi ein rakett rakt eitt av skipunum hjá Mærsk.