Same procedure as every year

Miss Sophie, James, Dean Martin, fulli flogskiparin, Goldie Hawn og Mr. Bean eru aftur á skíggjanum gamlaárskvøld.

 

Gamlaárskvøld á sjónvarpsskíggjanum letur til at gerast, sum vanligt er. Aftur í ár hevur Kringvarp Føroya funnið pláss fyri 90-ára føðingardegnum, so at vit kunnu fylgja við, hvussu sir Toby, admiral von Schneider, mister Pommeroy og mister Winterbottom fara at tíggja sær í føðingardegnum hjá Miss Sophie.

 

90-ára føðingardagurin hevur ta æruna, at verða oftast endursenda sjónvarpssending nakrantíð. Enski rithøvundurin Lauri Wylie skrivaði leikin í 1920’unum. Útgávan, sum verður send á skíggjunum, er ein upptøka, sum týska sjónvarpsstøðin NDR gjørdi í 1963, við sjónleikarunum Freddie Frinton og May Warden í leiklutunum sum James og Miss Sophie.

 

Eftir føðingardegin kemur Dean Martin á skíggjan. Fyrst tosa Goldie Hawn og Dean Martin tosa um, hvussu tey klóku eru orsøkin til alt ónt í heiminum, áðrenn skemtileikurin við fulla flogskiparanum verður vístur. 

 

Kringvarp Føroya enda so 2014 við einum ordiligum braki, við nýggjárshaldinum hjá Mr. Bean. 

 

Skráin hjá Kringvarpinum er soleiðis:
19.00 Nýggjársrøða løgmans

19.15 Nýggjársrøðan hjá Drotningini

19.30 Nýggjár 2014

22.50 90 ára føðingardagurin

23.04 Dean Martin og Goldie Hawn

23.07 Dean Martin og flogskiparin

23.10 Mr. Bean.

23.55 GOTT NÝGGJÁR!