Løgmanssteypið
Klaksvíkingar vóru kroystir, tá teir komu til Vágs at spæla dyst. Greiða tapið fyri EB/Streymi í fyrsta teljkandi dystinum á árinum hevði viðført, at stig nú skuldu fáast til vega, og hetta er vanliga ikki nøkur løtt uppgáva á Eiðinum.
Vána veðurlíkindini mundu ikki gera støðuna betri í so máta, tí tað tóktist longu greitt undan dystinum, har her kundi tað vær verða, at tilvildin fór at gerast avgerandi.
Fyrra hálvleik var tað KÍ, sum hevði vindin undan, og serliga fyrstu løtuna nýttu teir hetta til at leggja eitt stórt trýst á VB-málið. Liðið var nakað umskipað í mun til seinast. Alexander Djordjevic var aftur í miðverjuni, Harley Bertholdsen byrjaði inni, og hartil hevði Jan Joensen eisini gjørt av, at hann hesa ferð skuldi vera leikandi venjari, og teir vóru allir tríggir væl viðvirkandi til at halda trýstinum á VB.
Hjá vertunum bar snøgt sagt einki til hendan fyrsta hálva tíma ella har á leið. Samanhangandi sendingar vóru sum lundi á jólanátt, og mesta orkan varð nýtt til at sparka bóltarnar upp ímóti hvirlunum.
Tað eydnaðist tó ikki klaksvíkingum at fáa nakra úrtøku úr trýstinum. Hópurn av hornaspørkum og fleiri støður við trunkaspælið í brotsteiginum førdu ikki stórvegis við sær, og spakuliga kom VB alt betri við í dystin.
Vindurin makaði eisini nakað, heglingurin varð loystur av av einstøkum sólstrálum, og so við og við fór dysturin alt meira at líkjast vanligum fótbólti. Serliga hóvaði hetta vágbingunum, sum nú brádliga fingu nakað av ferð á. Við at halda bóltinum at jørðini fingu teir fleiri ferðir leikt seg niðan móti KÍ málinum, men teir heilt stóru møguleikarnir gjørdist talan tó ikki um.
Lívligt seinna umfar
Møguleikarnir komu tó í seinna umfarinum. Vindurin var nú ikki eins nógvur, og KÍ var heilt hampuliga væl við fyrstu løtuna eftir steðgin, men tað gjørdist VB, sum skoraði fyrst.
Ein væl spældur diagonal bóltur til Palla Augustinussen tagaði KÍ verjuna sundur. Fyrstu royndina bjargaði Karsten Joensen tó sera væl, men bólturin støkk beint útaftur til Predrag Zivkovic, sum ikki hevði stórvegis trupulleikar at at beina bóltin í málið.
Og nú var tað VB, sum átti tørn. Fyrstu løtuna eftir málið skolaðu álopini oman móti KÍ málinum, og var tað ikki fyri KÍ-málverjan, er einki at ivast í, at talan hevði verið um fleiri mál, men hesi komu so ikki.
Og so hendi tað, sum tað so ofta ger í slíkum førum. Vágbingar tóktust vera nøgdir um tepru leiðsluna, og spakuliga tóku teir so longur aftur á vøllin. Klaksvíkingar fingu framvegis ikki teir nógvu møguleikarnar, men teir royndu at liggja framvið, og eina tíggju minuttir fyri leiklok fingu teir so løn fyri stríðið.
Ein bóltur var leiktur inn um høgra verjuborð hjá fløtu VB-verjuni. Harley Bertholdsen stríddu seg framat baklinjuni, og tá hann sendi út til Hjalgrím, var hesin ísakaldur.
Seinastu løtuna royndu báðir partar at seta seinastu kreftirnar inn í royndunum at fáa avgerandi málið. Fortreytirnar vóru kanska betri hjá vágbingum, eftir at Símun Joensen hjá KÍ varð rikin av vølli eftir at hava verið í hornatøkum við VB-leikara. Men hvørki teir stóru møguleikarnir og tíansheldur nakað mál komu afturat í dystinum, sum soleiðis endaði við javnleiki.
Og tað kunnu báðir partar sum so vera hampuliga væl nøgdir um. Trýstið undan dystinum var kanska størst á KÍ, sum hevði tapt í fyrsta umfarinum, og við einum stigi í Vági standa teir so ikki púrasta berir.
Tað gera vágbingar heldur ikki. Við fýra stigum á talvuni, hava teir í øllum førum eitt gott útgangsstøði at vinna seg víðari úr bólkinum. Hevði úrtøkan verið full, hevði tann spurningurin verið mest sum greiddur, men enn mugu vágbingarnir í øllum førum bíða nakað afturat.
Dysturin í tølum
VB-KÍ 1-1 (0-0)
1-0: Predrag Zivkovic
1-1: Hjalgrím Elttør
Dómari: Niklas á Líðarenda









