Samdir um vápnahvíld í Gaza

Vápnahvíldin er komin undir land, siga vesturlendskir og arabiskir uttannríkisráðharrar. Teir eru samdir um eitt útkast til eina ætlan, sum viðførir vápnahvíld beinanvegin.

Enn berjast ísraelittar og palestinar í Gaza, men vápnahvildin er komin undir land, tey gleðiligu tíðindini hevur Ritzau frá einum diplomati í Gaza.

Uppskotið verður viðgjørt í trygdarráðnum hjá ST kl. 01 í nátt (føroyska tíð).

Uppskotið er enn ikki almannakunngjørt. Tí er ikki greitt enn, nær vápnahvíldin byrjar.

Higartil hevur Gaza-kríggið kravt 780 mannalív.