Samdir um uppskotini

Løgmaður sigur seg taka undir við innihaldinum í sjálvstýrisuppskotunum hjá Høgna Hoyda. Hann var bert argur um, at Høgni Hoydal ikki fylgdi vanligum mannagongdum, tá hann bar Løgtingsskrivstovuni uppskotini

 

 

 

 

? Høgni Hoydal og eg eru samdir um sjálvt sjálvstýrisuppskotið, sum hann ætlaði at leggja fyri tingið. Men eg kundi bara ikki taka undir við mannagongdunum hjá Høgna Hoydal.

 

Soleiðis segði løgmaður eftir lagnutingfundin í kvøld, tá Høgni Hoydal í evstu stund gjørdi av at heita á løgtingsformanin um at taka aftur uppskot síni um bundnan sjálvstýrisleist og at staðfesta sjálvsavgerðarrætt Føroyinga.

 

Sambært útsøgnini hjá løgmanni, hevur ósemjan síðani mikudagin snúð seg um mannagongdir heldur enn politiskar ósemjur. Løgmaður hevur verið ónøgdur við, at Høgni Hoydal hevur borið Løgtingsskrivstovuni uppskotini meðan løgmaður var burturstaddur, uttan at fáa meiriluta fyri hesum í samgonguni fyrst.

 

Uppskotini eru ikki vrakað, hóast tey eru tikin aftur. Tey skulu næstu dagarnar snøggast til, so allir samgonguflokkarnir kunnu taka undir við teimum. Síðani skulu finnast 17 tinglimir, ið vilja skriva undir uppá, at uppskotini verða løgd fram í tinginum. Freistin fyri at bera Løgtingsskrivstovuni uppskot var úti mikudagin og á tingfundinum í dag var seinasti framløgudagurin.