Løgmaður og varaløgmaður eru ósamdir um, hvussu taktikkurin í fullveldisleikinum skal verða.
? Einasta gongda leiðin er, at føroyingar vísa dønum, at um teir ikki vilja samráðast, so taka vit sjálvi fullveldi við teimum avleiðingum, sum tað hevur, sigur Høgni Hoydal, varaløgmaður og formaður í Tjóðveldisflokkinum.
Løgmaður heldur, at tað ber til at koma longur við framhaldandi samráðingum, har føroyingar og danir royna at tosa seg til rættis.
? Eg haldi, at ógvusligar føroyskar reaktiónir og hóttanir uttan veruligt innihald eru óneyðugar, tí tær føra ongan veg. Vit skulu hinvegin samráðast við danir og á tann hátt fáa úrslit, sigur Anfinn Kallsberg.
Gera støðuna greiða
Høgni Hoydal heldur, at seinastu dagarnir vísa, at føroyingar skulu gera vart við seg, tá danir ikki vilja samráðast.
? Vit hava ført fram, at føroyingar skulu taka við teimum treytum, sum danir hava givið okkum fyri at fáa fullveldi, tí tað ber ikki til at koma longur við samráðingum. Hetta hevur longu fingið danir at reagera og tosa um samráðingar.
? Danir hava púra afturvíst at samráðast um yvirtøku av løgregluni, men nú eru teir alt í einum tilreiðar at tosa nærri um hetta, tí vit hava gjørt okkara støðu greiða, sigur Høgni Hoydal.
Hann skal í næstu viku á norðurlendska fund á Állandi, og har fer hann at fáa høvi at hitta Frank Jensen, sum er danskur løgmálaráðharri.
? Tá fáa vit at síggja, um danir vilja nakað við samráðingunum, sum teir nú tosa um, sigur Høgni Hoydal.
Gongur sína gongd
Anfinn Kallsberg, løgmaður, hevði týsdagin ein fund við danska forsætiráðharran, sum hann kallar konstruktivan. Líkt er til, at danir eru við uppá føroyskar yvirtøkur og at skerja blokkin, soleiðis sum føroyingar ynskja tað.
Løgmaður heldur ikki, at hetta er úrslit av til dømis útmeldingini hjá Høgna Hoydal um, at føroyingar eiga at taka fullveldi við teirri skiftistíð, sum danir hava boðið føroyingum.
? Forsætisráðharrin og eg hava havt ein langt brævaskifti um hesi mál, og samtalan týsdagin var ein partur av hesum. Tað er eingin orsøk til at leggja nakað duldarfult í hesar samráðingar, sigur Anfinn Kallsberg.
? Tað førir ongan veg, at vit leggja upp til konfrontatión fyri danir. Vit skulu heldur tosa saman og fáa nakað burtur úr gjøgnum samráðingar, heldur løgmaður.