Samdir um Barroso

Tað tykist nú greitt, at portugisiski forsætisráðharrin, Jose Manuel Durao Barroso, skal taka við sum formaður í ES-nevndini, tá italiumaðurin Romano Prodi leggur frá sær í heyst

Írland hevur formansskapin í ES til tann 30. juni, og seinastu dagarnar hevur írtska stjórnin leitað eftir einum formansevni, sum øll limalondini kunnu semjast um. Portugisiskir fjølmiðlar hava fleiri ferðir sagt, at Barroso hevði boðið sær til at taka við eftir Prodi, men at hann skal hava lagt tvinnar treytir við. Tann fyrra var, at øll londini skuldu taka undir við, at hann bleiv formaður, og tann seinna treytin var, at avgerðin skal ikki elva til tjóðartingsval í Portugal.

Tann portugisiski forsætisráðharrin er ein av teimum minni kendu leiðarunum í ES-londunum. Hann tók undir við amerikanska álopinum á Irak, men hevur kortini varðveitt góð viðurskifti við Frakland og Týskland, skrivar Reuters.



Adamkus vann

Bert hálvt annað ár eftir at hann noyddist at fara frá, er Valdas Adamkus aftur vorðin forseti í Litava.

Í fjør misti Adamkus forsetasessin til Rolandas Paksas, men hesin noyddist at leggja frá sær í apríl, eftir at tað var komið fram, at hann hevði misnýtt sítt vald. Kanningar vístu, at hann hevði havt samband við ta russisku mafiuna, og at hann eisini hevði verið í sambandi við ta russisku fregnartænastuna. Hetta hevði við sær, at tjóðartingið koyrdi hann frá.

Tí var aftur forsetaval í Litava sunnudagin, og sambært valnevndini vann Valdas Adamkus valið við 52,1 prosentum av atkvøðunum. Mótvalevni hansara var fyrrverandi forsætisráðharrin Kazimira Prunskiene úr bóndaflokkinum.



Berlusconi
tapti

Norðuritalski stórbýurin Milano hevur verið háborgin hjá italska stjórnarflokkinum Forza Italia, men so er ikki longur.

Sunnudagin var lokalval í Milano-økinum, og tá eydnaðist tað einum valevni hjá mið- og vinstraflokkunum at vinna á valevninum, sum Forza Italia og høgraflokkarnir høvdu stillað upp. Sambært valnevndini fekk valevnið hjá mið- og vinstraflokkunum 54,3 prosent av atkvøðunum, meðan valevnið hjá stjórnarflokkunum fekk 45,7 prosent.

Italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, er úr Milano, og valúrslitið sunnudagin verður roknað sum ein dyggur ósigur hjá Berlusconi. Val var í 22 landspørtum og meiri enn 100 býum sunnudagin, men valið í Milano varð roknað sum tað týdningarmesta.



Nógv rúsevni

Higartil í ár hava norska tollvaldið og løgreglan lagt hald á meiri enn 110 kilo av heroini, og tað er tvær ferðir meiri enn alt árið í fjør, tá tollvaldið og løgreglan komu fram á góð 51 kilo av heroini.

Iver Stensrud hjá løgregluni í Oslo sigur við Aftenposten, at løgreglan hevur lagt seg eftir at tálma tí skipaða kriminalitetinum í høvuðsstaðnum, og at tað er hetta, sum hevur givið úrslit. Bara í sjálvum Oslo hevur løgreglan funnið umleið 100 kilo av heroini í ár, sigur hann. Hann ivast kortini ikki í, at nógv heroin er í Oslo, og at brotsmenninir fjala tað í nøkrum ávísum goymslum í býnum.

Sambært Iver Stensrud hava tollararnir á markinum ímillum Noregi og Svøríki eisini funnið nógv meiri heroin í ár enn í fjør. Tað sama sigur tað svenska tollvaldið hinumegin markið, skrivar Aftenposten.