Búskapurin, heilsumálini og innanríkispolitikkurin sum heild vóru høvuðsevnini í tí seinasta sjónvarpsdystinum, sum var ímillum tey bæði amerikonsku forsetavalevnini gjáranáttina.
Skattapolitikkurin hjá Bush-stjórnini bleiv eisini umrøddur. John Kerry segði, at verður hann valdur, fer hann at ógilda skattalættan, sum Bush-stjórnin hevur givið teimum, sum forvinna meiri en 200.000 dollarar um árið.
Kerry hevur undir valstríðnum lovað meðalstættini skattalætta, men Bush segði, at tað lyfti fer Kerry ikki at halda, vinnur hann valið. Bush væntaði heldur ikki, at amerikanaarnir kunnu vænta sær allar ábøturnar innan heilsuverkið, sum Kerry hevur lovað teimum.
Meiningakanningar aftan á dystin vístu, at tey flestu hildu John Kerry hava vunnið. Í sjónvarpinum ABC var munurin bara eitt prosentstig, men hjá CNN søgdu 52 prosent, at Kerry hevði vunnið, meðan 39 prosent svaraðu, at Bush hevði staðið seg betur.