Tinglimir úr øllum flokkum, sum higartil hava sagt sína hugsan, taka undir við ætlanini hjá løgmanni at seta tænastumannakanning í verk ímóti aðalstjóranum í Vinnumálaráðnum og aðalstjóranum í Innlendismálaráðnum. Tað er greitt, nú Løgtingið í morgun er farið undir at viðgera uppskotið um at játta 750.000 krónur til eina slíka kanning.
Í morgun hava bæði umboð fyri allar flokkar havt orðið og tey hava øll váttað sín stuðul til ætlanina.
Sum so hevur einasta kjakevnið verið, hvussu kanningin skal fíggjast, um peningurin, sum hon kostar, skal skarvast av onkra aðrastaðni á fíggjarlógini ella ikki.
Men tað verður so ein spurningur, sum fíggjarnevndin hjá Løgtinginum fer at taka støðu til.
Løgtingið fór til døgverða á miðdegi og orðaskiftið varð tikið upp aftur nú klokkan 13.30.