Samdir um at bíða til í summar

Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið bíða eftir einum útspæli frá Landsstýrinum

Tað verða ongar samráðingar ímillum Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið um nýggjan sáttmála fyri fiskimenn nú um ársskiftið, sum tað annars hevur verið vanligt

Sáttmálin ímillum Reiðarafelagið og Fiskimannafelagið skuldi annars ganga út 30. november, men partarnir eru samdir um at leingja sáttmálan til 1. juni.

Óli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum, sigur, at orsøkin til, at sáttmálin er longdur, er, at teir vilja hava at vita, hvat Landsstýrið ætlar í pensjónsmálinum.

-Landsstýrið hevur nú í nøkur ár boðað frá eini nýggjari pensjónsskipan. Enn er hon ikki komin. Men nú er hon so fráboðað einaferð afturat, sigur Óli Jaobsen

Hann sigur, at útspælið hjá Landsstýrinum í pensjónsmálinum fer uttan iva at fáa ávirkan á samráðingarnar.

-Tí hevði tað verið sera óheppið at fara undir samráðingar um nýggjan sáttmála, nú tað kanska bara eru nakrir fáir mánaðir, inntil eitt útspæl kemur frá Landsstýrinum í pensjónsmálinum.

-Tá ið Landsstýrið hevur gjørt av, hvat skal henda á pensjónsøkinum, verður støða tikin til samráðingarnar útfrá tí.


Vilja hava pensjón

Í hesum liggur eisini, at Fiskimannafelagið hevur sett sær fyri at fáa pensjónsviðurskiftini hjá fiskimonnumn í rættlag.

-Pensjónsmálið verður raðfest ovaliga hjá Fiskimannafelagnum. Og tað liggur í kortunum, at tað er eitt mál, sum ætlanin var at taka upp, tá ið samráðingar verða aftur.

-Men tað ber ikki til at gera tað, fyrrenn vit vita, hvat landsstýrið ætlar á pensjónsøkinum, tí tað fer sjálvandi at fáa týdning fyri samráðingarnar.


Ætla at stytta tíðina

Annars ætlar fiskimannafelagið eisini at tíðin, sum Fiskimenn kunnu vera burtur, skal styttast enn meiri.

-Fyri tveimum árum síðani fingu vit tíðina, sum menn kunnu vera heimanífrá, styttað úr fimm mánaðum, niður í fýra mánaðir.

- Men vit halda framvegis, at tað er ov leingi at burtur í fýra mánaðir út í eitt. Tað hoyrir ikki nútíðini til, at menn skulu verða burtur ein triðing av árinum í senn, og tí ætla vit at fáa tíðina styttað enn meiri, næstu ferð, vit samráðast.

Men tað er yvirhøvur ikki vist, at samráðingar verða í summar, tí ongin sigur enn, at sáttmálin yvirhøvur verður sagdur upp til 1. juni.

- Fyribils er sáttmálin bara longdur. Tá ið tað líður út, taka vit støðu til, antin hann skal sigast upp, ella ikki.

Annars hava tey fýra manningarfeløgini, Fiskimannafelagið, Skipara- og Navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið og Motorpassarafelagið samráðst í felag hesi seinnu árini.

Men tað verður so hesuferð. Maskinmeistarafelagið hevur sagt sáttmálan upp og fer undir samráðingarnar nú, sum vanligt. Skipara- og Navigatørfelagið hevur als ikki sagt sáttmálan upp, so hann er galdandi eitt ár afturat Og Motorpassarafelagið hevur heldur ikki sagt sáttmálan upp, so hann er galdandi í tvey ár afturat.