Tað eydnaðist heldur ikki hesaferð fiskimálaráðharrunum í ES-londunum at semjast um eina felags støðu á fiskivinnuøkinum.
Fiskifrøðingarnir hava mælt ráðharrunum til at banna allari toskaveiði, tí stovnarnir eru so illa fyri, og ES-nevndin hevur gjørt eitt uppskot, sum skal hava til endamáls at byggja stovnarnar uppaftur. Men fleiri lond, teirra millum Danmark, eru ímóti at steðga toskafiskiskapinum. Danski fiskimálaráðharrin, Mariann Fischer Boel, sigur við Ritzau, at eitt veiðibann fer at raka Danmark órímiliga meint, men hon ásannar, at tað verður trupult hjá dønum at halda fast við sína støðu. Danmark fær stuðul frá Bretlandi, Niðurlondum og Írlandi, meðan serliga Týskland og Svøríki taka undir við víðgongdum tiltøkum.
Danska fiskivinnan er hart ímóti ætlanini hjá ES-nevndini. Í vinnuni verður sagt, at verður toskafiskiskapurin steðgaður, fer tað at gera enda á donsku fiskivinnuni. Roknað verður við, at eitt toskabann fer at bera í sær, at tveir triðingar av teimum donsku fiskimonnunum noyðast at finna sær okkurt annað at gera.