Ósamd um prísin at jørð til bústaðarbygging

Summir býráðslimir í Havn vilja ikki selja Bústøðum jørð fyri serprís til at byggja íbúðir á

Tað er nú greitt, at Bústaðir fáa eitt stykkið upp á góðar 3000 fermetrar afturat á Óðinshædd til at byggja íbúðir á.

 

Meirilutin í Tórshavnar Býráð hevur samtykt at selja Bústøðum jørðina fyri 156 krónur fermeturin, og tað eru býráðslimir í minnilutanum alt annað enn nøgdir við.

 

Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin, tekur ikki undir við, at Tórshavnar Kommuna selur Bústøðum gundstykki fyri serprís, tí hann heldur, at tað er kappingaravlagandi.

 

– Selur kommunan Bústøðum jørð fyri hendan prísin, hava onnur ongan sum helst møguleika at fara undir bygging og tí er tað kappingaravlagandi, sigur hann

 

Helena Dam á Neystabø, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, heldur, at vit skulu ansa eftir, at bústaðarbygging ikki verur ein monopolfyritøka.

 

Tróndur Sigurðsson, sum eisini er býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, heldur, at tað eru uttan iva eisini onnur, sum kundi hugsa sær at fingið jørð fyri 156 krónur fyri fermeturin til at bygt íbúðir á, og tey høvdu uttan iva eisini kunnað bygt fyri ein prís, sum kundi kappast við prísin hjá Bústøðum.

 

Annika Olsen, borgarstjóri, staðfestir, at tá ið Bústaðir fær hesa jørðina at byggja á, er tað ein treyt, ein triðingur av íbúðunum skulu vera til fólk við serligum tørvi, sum ovurstórur tørvur er á. Tað vil siga, at ein triðingur av íbúðunum skulu vera til eldri, til eldri og til fólk við rørslubreki.

 

Annars heldur hon, at tað hevði verið áhugavert at kanna um býráðið kundi Annika Olsen grundstykki til at bygt á, heldur enn at selt.

 

Tey í meirilutanum vísa eisini á, at Kommunala eftirlitið hevur góðkent hendan søluháttin hjá býráðnum. 

 

Tá ið avtornaði varð hetta kortini samtykt, tí tey sjey í meirilutanum atkvøddu fyri.

 

Ímóti atkvøddu Annfinn Brekkstein, Helena Dam á Neystabø og Tróndur Sigurðsson og Bjørghild Djurhuus og Heðin Mortensen atkvøddu blankt.