Samd um lønina hesi bæði næstu árini

Limirnir hjá Starvsmannafelagnum, sum arbeiða hjá kommununum, SEV og IRF fáa eisini lønarhækking

Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála fyri tey, sum arbeiða hjá kommununum, SEV og IRF.

 

Sáttmálin er á sama stigi aðrir sáttmálar, sum eru gjørdir, og sostatt verður lønarhækkingin 4,15 prosent hesi bæði næstu árini.  Nýggi sáttmálin er nevniliga galdandi frá 1. oktober í ár, til 1. oktober 2017.

 

Tann 1. Oktober í ár, hækkar lønin 1,71 prosent, og 1. oktober næsta ár hækkar hon aftur 1,9 prosent.

 

Men harafturat verða eisini aðrar broytingar gjørdar. Eitt nú  verður hægra vaktargjaldið galdandi fyri at arbeiða um vikuskiftið, og tað er nú galdandi fyri tíðarskeiðið frá klokkan 17 fríggjadag til klokkan 7 mánamorgun.

 

Í semjuni eru eisini avtalur um at menna arbeiðsumhvørvið og tryggja at fakliga førleikamenningin verður gjørdur til veruleika.

 

- Eisini er avtala gjørd um um hvussu arbeiðssteðgur skal fráboðast og við hvørji freist.