Samd um at samstarva

Franski forsetin, François Hollande, og týski kanslarin, Angela Merkel, søgdu aftan á teirra fyrsta fund seinnapartin í gjár, at tey eru samd um at arbeiða saman, hóast teirra politisku flokkar eru ólíkir.

Á tíðindafundi aftaná segði Merkel, at á ríkis- og stjórnarleiðarafundinum hjá ES í næsta mánað fara Týskland og Frakland at leggja fram eitt felags uppskot, sum skal hava til endamáls at skapa vøkstur í samveldinum. Hetta er í samsvari við politikkin hjá Hollande, sum undir valstríðnum segði, at hann vildi hava ES at leggja størri dent á vøkstur.

Sum vera man stóð Grikkaland ovarlaga á dagsskránni fyri fundin, og teir báðir leiðararnir søgdu seg vera á einum máli um, at Grikkaland eigur at verða verandi í evrusamstarvinum.

Annars fekk tann fyrsta uttanlandsferðin hjá franska forsetanum eina heldur baldruta byran. Tá flogfar hansara var á veg úr París til Berlin, vildi so illa til, at toran slóð niður í flogfarið, so flogskiparin noyddist at venda aftur at skifta flogfar.